{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Beinfiskar

Osteichtyes

Í hesum flokkinum hava øll fiskasløgini beinarað.

Øll beinfiskasløgini í okkara høvum eru í undirflokkinum teinafjaðrafiskar. Ein annar undirflokkur eru teir lippufjaðraðu beinfiskarnir. Í hesum undirflokkinum er einasta núlivandi fiskaslag tann blái fiskurin.

Allir beinfiskar hava tenninar fastar í beininum í kjaftinum. Teir hava eina kápu uttan á táknunum.

Øll fiskasløgini uttan rundmunnar og bróskfiskar eru beinfiskar.

Í øllum heimshøvunum eru teinafjaðraðu beinfiskarnir nógv tann størsti og fjølbroyttasti bólkurin av fiskum.

Tindabaksfiskar

Albuliformes

Hópurin hevur 3 ættir, ið hava 8 slektir og 30 sløg:

Undir Føroyum er ein ætt við eini slekt og tveimum sløgum:

Tindabaksættin (Notacanthidae)

Langir fiskar, kroppshæddin er nakað størri enn breiddin. Lítið høvd og lítlan kjaft, ið er inni undir gronini. Ryggfjøðurin er berir beinteinar. Gotfjøðurin er við hørðum teinum fremst og bleytum aftast. Búkfjaðrarnar eru afturi móti gotinum. Sterturin er elalítil. Nakrir av tindabaksfiskunum hava ljósgøgn.

Botnfiskar á djúpum vatni, ið liva um øll høv.

Állafiskar

Anguilliformes

Hópurin hevur 15 ættir, ið hava 141 slektir og umleið 791 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum skrásettar 5 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í part:

Állaættin (Anguillidae)

Djúpállaættin (Synaphobranchidae)

Snípuállaættin (Nemichthyidae)

Havállaættin (Congridae)

Trýnisállaættin (Serrivomeridae)

Állafiskar eru eyðkendir við sínum langa og klæna skapi. Teir hava ikki búkfjaðrar, summi sløg hava heldur ikki uggafjaðrar. Nøkur sløg hava ein beinleysan skræðulepa til stert, onnur hava ongan stert.

Állafiskar av ættini Anguillidae eru katadromir. Hinar ættirnar liva alt lívið í sjónum.

Sildafiskar

Clupeiformes

Hópurin hevur 5 ættir við 84 slektum og 364 sløgum.

Av hesum er undir Føroyum bert tann eina ættin, við 3 slektum og 4 sløgum:

Sildaættin (Clupeidae)

Sildafiskarnir eru smáir til miðalstórir fiskar. Teir hava stóra leysa roðslu, langar táknabogar, eina ryggfjøður, eina gotfjøður, og teir hava ikki fitifjøður.

Teir eru uppsjóvarfiskar, nøkur sløg ganga í torvum. Meginparturin av sildafiskunum livir í sjónum, men nøkur sløg eru anadrom og nøkur eru í feskvatni.

Glitfiskar

Argentiniformes

Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg.

Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:

Gulllaksaættin (Argentinidae): Gulllaksur og streymsild

Blálaksaættin (Microstomatidae): Grønlandsgulllaksur og blálaksur

Angaættin (Platytroctidae): Djúpangi, ljósangi, sævarangi, mjáangi og høvuðlítli angarfiskur

Glámaættin (Alepocephalidae): Smáskrubbuti glámur, slætthøvd og lítliglámur

Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki. Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra.

Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv.

Lodnufiskar

Osmeriformes

Hesin hópurin hevur 3 ættir, 22 slektir og 88 sløg.

Við Føroyar er bert tann eina ættin við einum slag:

Lodnuættin (Osmeridae)

Í lodnuættini eru bara smáir fiskar, teir longstu verða upp til 40 cm, teir flestu minni enn 20 cm. Summi sløg hava fitifjøður.

Nær um øll fiskasløgini í Osmeridae-ættini gýta í feskvatni, men tey flestu av hesum eru tó eisini í sjónum, tey eru anadrom. Lodnan livir tó alt sítt lív í sjónum.

Lodnufiskarnir liva bert á norðaru hálvu, í Atlantshavinum og Kyrrahavinum.

Laksafiskar

Salmoniformes

Laksafiskahópurin hevur eina ætt við 11 slektum og 66 sløgum:

Laksaættin (Salmonidae)

Í Føroyum eru 3 slektir og 5 sløg, harav tann eina ættin við tveimum sløgum, er ikki upprunalig í Føroyum, men er komin úr alibrúkum her og aðrastaðir.

Langvaksnir og smidligir fiskar. Teir hava eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður.

Øll sløgini gýta í feskum vatni, men nøkur teirra vaksa upp í sjónum. Hesi seinnu eru anadrom.

Hjá havgangandi fiskum er liturin bládimmur um bakið, og síðurnar eru blankar við dimmum blettum. Fiskur í feskvatni er oftast brúnligur ella gulgráur við blettum, men í stórum vøtnum eisini littir sum teir í sjónum, tó kámari. Fiskurin í laksafiskum er, við onkrum undantøkum, reydligur.

Ljósfiskar

Stomiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 53 slektir og 391 sløg:

Av teimum eru undir Føroyum skrásettar 3 ættir við 7 slektum og 8 sløgum:

Seilaættin (Gonostomatidae): Seilur

Silvurøksættin (Sternoptychidae): Lakssild, ljósa silvurøks og silvurøks

Ljósfiskaættin (Stomiidae): Sloans ormsfiskur, boa-drekafiskur, kolskeggi og leysikjaftur

Yvirhøvur smáir fiskar, ið hava ljósføri runt um á kroppi og høvdi. Summir hava finnu. Nakrir hava roðslu, aðrir ikki. Summar av fjaðrunum mangla á nøkrum sløgum. Onkrir hava fitifjøður undir sporlinum. Flestir eru dimmir á liti, og nakrir eru silvurblankir.

Ljósfiskar eru bæði djúpt og ovarlaga í sjónum.

Langkjaftafiskar

Aulopiformes

Hesin hópurin hevur 15 ættir, 44 slektir og umleið 236 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir við 6 slektum og 6 sløgum:

Mjáfiskaættin (Notosudidae): Mjáikjaftur

Háfjaðraættin (Alepisauridae): Háfiðringur

Lakstobisættin (Paralepididae): Lítla lakstobis, stóra lakstobis og lakstobis

Edlafiskaættin (Bathysauridae): Edlafiskur

Ymiskir í stødd, frá heilt smáum upp til heilt langar fiskar. Mjáir og smidligir fiskar við longum høvdi og kjafti, summi sløg við stórum hvøssum tonnum og høgum, longum fjaðrum. Skapið á táknabogunum er serligt, minnir um rimaverk.

Nøkur sløg í hesum hópinum liva við botnin, onnur uppi í sjónum.

Prikkafiskar

Myctophiformes

Hópurin prikkafiskar hevur 2 ættir við 35 slektum og 246 sløgum.

Undir Føroyum er bert tann eina ættin við 6 slektum og 7 sløgum:

Prikkafiskaættin (Myctophidae)

Vanliga við stórum eygum. Eingin fiskur verður størri enn 30 cm. Høvd og kroppur samantrýst um síðurnar, flestu við stórum kjafti. Teir hava fitifjøður, eina ryggfjøður og eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru altíð framman fyri miðjan fiskin. Stóran sýldan stert, ljósgøgn um kropp og høvd, slætta og leysa roðslu. Smáir svartir ella blankir fiskar, ofta skyggjandi í bronsu ella ælabogalitum.

Miðsjóvar- og uppsjóvarfiskar.

Fagurfiskar

Lampriformes

Hópurin hevur 7 ættir, 12 slektir og 21 sløg.

Av teimum eru undir Føroyum 3 ættir við 3 slektum og 3 sløgum:

Laksastyrjuættin (Lampridae)

Silvurkalvaættin (Trachipteridae)

Sildakongaættin (Regalecidae)

Tey sløgini, ið eru við Føroyar, eru stórir fiskar við reyðum fjaðrum. Ein er fagurlittur, mest reydligur um kroppin, nakað køggutur og høgvaksin, hinir báðir eru langir, smalir og silvurskínandi.

Fiskarnir úr hesum hópinum síggjast sjáldan við Føroyar, og onkur teirra er yvirhøvur sera sjáldsamur.

Bert bleytar teinar í fjaðrunum. Fagurfiskar eru um øll høv.

Toskafiskar

Gadiformes

Hópurin við toskafiskum hevur 9 ættir 75 slektir og 555 sløg.

Undir Føroyum eru 5 ættir ið hava 26 slektir og 36 sløg:

Langasporlsættin (Macrouridae)

Moraættin (Moridae)

Lýsingsættin (Merlucciidae)

Hornabrosmuættin (Phycidae)

Toskaættin (Gadidae)

Teir hava heldur stórligt høvd. Teir hava eina til tríggjar ryggfjaðrar og eina ella tvær gotfjaðrar, summir hava stert, aðrir bert ein spíss. Á nøkrum sløgum er roðslan lítil og sløtt, á øðrum stór og rísin. Á flestu sløgunum eru uggafjaðrarnar aftari enn búkfjaðrarnar. Nógv av sløgunum hava grunnnøs.

Teir eru bæði á grunnum og djúpum vatni. Við Føroyar liva allir toskafiskarnir í sjónum, men okkurt slag úti í heimi er í feskum vatni, og nøkur eru í blandingsvatni.

Langasporlsættin

Moraættin

Lýsingsættin

Hornabrosmuættin

Toskaættin

Bendlafiskar

Ophidiiformes

Í hesum hópinum eru 5 ættir, 100 slektir og 385 sløg.

Undir Føroyum eru skrásettar 3 ættir, 4 slektir og 4 sløg:

Gestfiskaættin (Carapidae): Gestfiskur

Bendlafiskaættin (Ophidiidae): Brosmubendil og valtrarfiskur

Drymbingaættin (Bythitidae): Drymbingur

Ryggfjaðrarnar eru langar. Summi sløg eru long og kløn, meðan onnur eru heldur stutt, høg og smøl.

Hesir fiskarnir liva á djúpum vatni, niður á umleið 8400 metra dýpi (í Puerto Rico-dýpinum).

Tussafiskar

Lophiformes

Tussafiskahópurin hevur 18 ættir við umleið 66 slektum og 313 sløgum.

Undir Føroyum eru skrásettar 4 ættir við 5 slektum og 6 sløgum:

Havtaskuættin (Lophiidae): Havtaska og svarta havtaska

Grønlandstussaættin (Himantolophidae): Grønlandstussi

Tussafiskaættin (Ceratidae): Tussafiskur og lítli tussafiskur

Lusiferættin (Linophrynidae): Lusifer

Undarlig útsjónd sermerkir tussafiskarnar. Teir flestu fiskarnir tykjast trevsutir, og teir flestu hava stórligt rundbøllut skap. Á fleiri teirra er fremsti teinur í ryggfjøðurini vorðin til eina stong, ið verður brúkt sum tráða við „agni“ at lokka annan fisk til sín. Oftast stóran kjaft við stórum tonnum, táknaopini eru smá.

Seinir svimjarar og lítið virknir fiskar. Hjá nøkrum teirra eru kallfiskarnir sera smáir og eru viðhvørt at sýggja grónir fastir uppi á kvennfiskunum.

Tussafiskar eru bæði á grunnum og djúpum vatni.

Multufiskar

Mugiliformes

Í hesum hópinum er 1 ætt, ið hevur 17 slektir og 72 sløg.

Við Føroyar er bert tað eina fiskaslagið úr hesi ættini:

Multuættin (Mugilidae)

Multufiskarnir kennast á m.a., at teir eru langvaksnir, nakað tjúkkir og rundir, við tveimum ryggfjaðrum, har fremra er við hørðum teinum. Høvdið er breitt og lítið, og fiskarnir hava lítlan kjaft við stórligum granum. Teir hava stóran sýldan stert og stóra roðslu.

Summi vilja greina hendan hópin til áburrufiskarnar, meðan onnur greina hann í hóp fyri seg sum her.

Hornfiskar

Beloniformes

Hornfiskahópurin hevur 5 ættir við umleið 36 slektum og 227 sløgum.

Við Føroyar eru tvær ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í part:

Hornfiskaættin (Belonidae): Hornfiskur

Saurifiskaættin (Scomberesocidae): Makrelgedda

Skjóttsvimjandi uppsjóvarfiskar, smidligt skap, og kjaftarnir eru langir, minna um fuglanev. Hjá onkrum sløgum er beinagrindin grønlig. Ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru aftarlaga á sporlinum. Onkur sløg hava smáfjaðrar aftast á sporlinum, frá stertinum og fram til ávikavist ryggfjøðurina og gotfjøðurina.

Nøkur sløg í hornfiskahópinum liva í feskvatni, onnur í blandingsvatni, men tey flestu liva í sjónum.

Serkafiskar

Beryciformes

Hesin hópurin hevur 7 ættir við 29 slektum og 144 sløgum.

Undir Føroyum eru 3 ættir, ið hava 3 slektir og 6 sløg:

Dukátfiskaættin (Diretmidae): Dukátfiskur og Parins dukátfiskur

Búrfiskaættin (Trachichthyidae): Búrfiskur og brynjubúrfiskur

Serkaættin (Berycidae): Reyðserkur og fagurserkur

Teir eru smalir og nakað hávaksnir fiskar. Summir hava eina ryggfjøður, aðrir tvær, flestu við beinteinum í framparti av ryggfjaðrunum. Eina gotfjøður, ofta við beinteinum fremst, flestu við stórum, sýldum sterti.

Serkafiskar eru djúpvatnsfiskar, silvurblankir, reydligir og brúnsvartir.

Pætursfiskar

Zeiformes

Í Pætursfiskahópinum eru 6 ættir, 16 slektir og 32 sløg.

Undir Føroyum eru 3 ættir, ið hava eina slekt og eitt slag í part:

Rútarkongsættin (Oreosomatidae)

Pætursfiskaættin (Zeidae)

Havgøltaættin (Caproidae)

Pætursfiskarnir hava stórt høvd, ofta við skáksettum kjafti, ið kann skjótast fram. Teir eru hávaksnir og tunnir, flestu eru stóroygdir. Fjaðrarnar hava fleiri ella færri harðar teinar.

Allir liva teir í sjónum.

Nálafiskar

Gasterosteiformes

Í nálafiskahópinum eru 11 ættir, ið hava 71 slektir og 278 sløg.

Undir Føroyum eru 2 ættir, ið hava 5 slektir og 5 sløg:

Kombikkaættin (Gasterosteidae): Strentingur og kombikk

Nálafiskaættin (Syngnathidae): Sjóprónur, nevdregil og tarasproti

Hesin hópurin hevur mest smáar fiskar, onkur verður tó upp í 65 cm til longdar. Flestu eru nakað klænir og onkur nakað bøllutur. Summir hava píkar í ryggfjaðrunum, og á nøkrum eru búkfjaðrarnar vorðnar til píkar. Onkur sløg hava ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar. Teir hava ikki roðslu, men eru partvíst klæddir við beinplátum.

Teir liva bæði í feskvatni, blandingsvatni og saltvatni, har teir eisini gýta. Hóast smáir, og við lítlari kroppsvekt, so eru teir ofta langt til havs. Teir liva í Atlantshavinum, Kyrrahavinum og Indiahavinum.

Sporðdrekafiskar

Scorpaeniformes

Í sporðdrekahópinum eru 26 ættir, ið hava 279 slektir og 1477 sløg.

Av hesum eru undir Føroyum 7 ættir við 17 slektum og 23 sløgum:

Kongafiskaættin (Scorpaenidae): Stóri kongafiskur, trantkongafiskur, lítli kongafiskur og kjaftsvarti kongafiskur

Knurrhanaættin (Triglidae): Knurrhani og reyði knurrhani

Ulkuættin (Cottidae): Krøkilskrutt, íshavskrutt, lítlakrutt, ulka, grønakrutt og murrikrutt

Brynjukruttaættin (Agonidae): Brynjukrutt og íshavsbrynjukrutt

Huldukruttaættin (Psychrolutidae): Kryttlingur, lítli kryttlingur og huldukrutt

Rognkelsisættin (Cyclopteridae): Rognkelsi

Súgfiskaættin (Liparidae): Íshavssúgfiskur, stóri súgfiskur, lítli súgfiskur, svarti súgfiskur og kongasúgfiskur

Fiskarnir í hesum hópinum eru í stødd smáir til miðal, sterturin er oftast nakað rundaður aftureftir, onkuntíð innbogin, men sjáldan sýldur. Uggafjaðrarnar eru oftast avrundaðar aftan. Fiskarnir eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvd og bul, yvirhøvur hvassir, harðir og knortlutir fiskar.

Sporðdrekafiskar eru um øll høv, onkur sløg eru í blandingsvatni og onkur eisini í feskvatni.

Áburrufiskar

Perciformes

Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum.

Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg.

Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:

Rekfiskaættin (Polyprionidae): Rekfiskur

Glómuættin (Epigonidae): Kikarafiskur

Rossamakrelættin (Carangidae): Rossamakrelur

Bramafiskaættin (Bramidae): Bramafiskur og silvurbramafiskur

Ennifiskaættin (Caristiidae): Ennifiskur

Karpaættin (Sparidae): Sjókarpi

Úlvfiskaættin (Zoarcidae): Álakendi úlvfiskur, sars-úlvfiskur, úlvfiskur, úlvfiskabróðir, kaldi úlvfiskur, lútkens úlvfiskur, kámi úlvfiskur, spøluti úlvfiskur, skrubbuti úlvfiskur og sporllangi úlvfiskur

Fjaðragrúkaættin (Stichaeidae): Fjaðragrúkur og longubróðir

Tarabrosmuættin (Pholidae): Tarabrosma

Steinbítaættin (Anarhichadidae): Blágóma, steinbítur og liri

Nebbasildaættin (Ammodytidae): Havnebbasild, lítla nebbasild og stóra nebbasild

Tvísygulsættin (Gobiesocidae): Tvísygul

Floyfiskaættin (Callionymidae): Floyfiskur og blettuti floyfiskur

Stubbafiskaættin (Gobiidae): Jeffreysar stubbi, krystallstubbi, tvíprikkuti stubbi, háfjaðraði stubbi og sandstubbi

Nasafiskaættin (Gempylidae): Nasi

Stinglaksaættin (Trichiuridae): Stinglaksur og silvurstinglaksur

Makrelættin (Scombridae): Makrelur, langfjaðraði tunfiskur og tunfiskur

Svartfiskaættin (Centrolophidae): Svartfiskur

Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir. Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar.

Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði.

Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni.

Flatfiskar

Pleuronectiformes

14 ættir eru í flatfiskahópinum við 134 slektum og 678 sløgum.

Av hesum eru undir Føroyum 2 ættir við tilsamans 11 slektum og 11 sløgum:

Kvoysuættin (Scophthalmidae): Glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa

Flundruættin (Pleuronectidae): Hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka

Flatfiskarnir eru eyðkendir við teirra flata og asymmetriska kropskapi, har onnur síðan vendur upp og hin niður. Nýklakt yngul, ið livir uppi í sjónum, hevur vanligt fiskaskap, men eftir eina tíð sum yngul byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, og fiskurin fær sítt flata skap. Á onkrum av flatfiskunum verður tó annað eygað verandi á kantinum á høvdinum. Yngulin byrjar nú at svimja á síðuni. Umleið samtíðis fer fiskurin niður á botnin at vera. Eygnasíðan fær dimman lit, og blindasíða ljósan. Teir hava eina langa ryggfjøður og eina langa gotfjøður. Fyri tað mesta liva teir sum botnfiskar, men eru tó uppi í sjónum viðhvørt, onkur sløg regluliga.

Í útheiminum eru onkur sløg, sum liva í feskum vatni. Við Føroyar er okkurt slag, sum fyri ein part er í feskum vatni og í blandingsvatni, men annars livir flatfiskur í sjónum.

Eitt sindur um flatfiskarnar

Undir Føroyum eru bæði vinstravendir og høgravendir flatfiskar.

Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra lið upp, og á høgravendum flatfiski vendir høgra lið upp.

Allar kvoysurnar, glaskvoysa, norskakvoysa og hvasskvoysa, eru vinstravendar.

Allir hinir flatfiskarnir, hvassasprek, kalvi, svartkalvi, lálla, skrubba, tunga, ósaskrubba og reyðsprøka, eru høgravendir.

Eyguni eru tímegin, sum vendir upp. Tann síðan, sum vendir upp, er altíð dimmari enn hin, og hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veruleikanum er síða.

Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru lið upp. Ein slíkur kalvi nevnist „rangur kalvi“.

Mánafiskar

Tetraodontiformes

Í hesum hópinum eru 9 ættir, umleið 101 slektir og 357 sløg.

Undir Føroyum er ein ætt við eini slekt og einum slag:

Mánafiskaættin (Molidae)

Fleiri av sløgunum í hesum hópinum hava sera undarligt skap, nakrir eru mest sum fýrkantaðir, aðrir tríkantaðir ella rundir, men onkrir eru eisini mjávaksnir og streymlinjaðir.

Nøkur fá sløg eru í feskvatni, nøkur í blandingsvatni, men tey flestu eru í tropiskum sjógvi við korallriv.

Nøkur sløg eru pelagisk á víðum havi, og tann eini, sum kemur norður higar, er ein teirra. Hesin sami er eisini heimsins tyngsti beinfiskur.

Viðkomandi tíðindi

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…