{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Makrelur

Scomber scombrus

Makrelur verður nógv fiskaður, bæði til matna og ídnað.

Makrelur er tjúkkastur um miðjuna og verður spískari út í endarnar. Hann hevur stuttar uggafjaðrar og stuttar búkfjaðrar. Hann hevur tvær rættiligar ryggfjaðrar, tann fremra er tríhyrnt, og fremri endi hennara er fremri enn aftari endi á búkfjaðrunum. Hin aftara er meira ferhyrnt, og fremri endi hennara er beint uppi yvir gotinum. Hann hevur fimm smáfjaðrar aftast á sporlinum, bæði undir og á.

Eyðkent fyri makrel eru tær smáu fjaðrarnar aftast og rípurnar á bakinum.

Makrelur kann gerast upp í umleið 66 cm, tó er vanlig longd 30-40 cm. Elsti aldursgreinaði makrelur undir Føroyum var 24 ár.

Útbreiðsla

Makrelur um okkara leiðir er heilt sunnan frá Marokko, norður við allarari evropeisku hellingini, runt Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum og norð til Íslands, í Norskahavinum og Barentshavinum.

Harafturat er hann í Miðjarðarhavinum, Svartahavinum og í vestara Atlantshavinum, frá Labrador til Cape Cod.

Makrelur er mest uppi í sjónum og gongur oftast í torvum. Um veturin er hann við botnin á 200-250 m dýpi.

Veiða

Makrelur verður veiddur í øllum útbreiðsluøkinum og av nógvum londum. Bretland, Noreg, Føroyar og Ísland eru tey, sum veiða mest.

Makrelur verður umsitin í felag við øðrum strandalondum, sum í besta føri eru samd um, hvussu heildarveiðan skal býtast millum lond. Í løtuni er tó ikki semja millum strandalondini um, hvussu heildarveiðan skal býtast.

Vektarbýti í føroysku veiðuni

Stovnsmeting

Á hvørjum ári verður makrelur stovnsmettur. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarstovninum ICES.

Stovnsmetingarúrslit
Veiða

Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í 2025.

Tilgongd

Tilgongdin hevur verið vánalig síðani 2017.

Veiðutrýst

Nógva veiðan saman við minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðitrýstið er vaksið í 2022-2024, og lá í 2024 á 0,29, sum er væl oman fyri hámarksvirðið (FMSY = 0,191).

Gýtingarstovnur

Gýtingarstovnurin er í 2025 mettur at vera bæði undir burðardygga MSY Btrigger markinum á 4,12 mió. tons og undir Blim markið á 3,07 mió. tons. So her lýsa allar lampur reytt.

Aldursbýti

Makrelur verður veiddur víða um, og tískil er aldursbýtið í samlaðu veiðuni ikki altíð tað sama sum í føroysku veiðuni – á myndini síggjast hesi bæði.

Við at “blaða” millum árstølini ovast á myndini sæst aldursbýtið í føroysku veiðuni síðstu fimm árini.

Lívfrøði

Makrelur er ein pelagiskur fiskur uttan sundmaga, ið ferðast víða í Norðuratlantshavi. Makrelur er at finna í føroyskum sjógvi partar av árinum.

Vøkstur

Grafarnir eru grundaðir á føroyska veiðu av makreli.

Gýting

Gýtingartíðin hjá makreli er frá februar til juli. Høvuðsgýtingarøkið er vestan fyri Írland, men makrelur gýtir allastaðni fram við evropeisku hellingini og heilt norður til Føroyar.

Yngul og ungfiskur

Stutt eftir klekingina flotna larvurnar upp í sjógvin og eru tá mest úr vatnskorpuni og nakað niður í dýpið.

Føði

Makrelur etur nærum alt, sum hann fær fatur á. Um okkara leiðir etur hann djóraæti, krill og eisini fisk og fiskayngul, t.d. nebbasildayngul.

Makrelur er sjáldan inni á Landgrunninum tíðarskeiðið, tá upsa-, toska- og hýsuyngulin er uppi í sjónum, og kanningar á Havstovuni staðfesta, at makrelur etur ikki henda yngulin.

Ferðing

Makrelur er eitt ferðandi fiskaslag. Eftir gýtingina fer hann norðeftir at leita eftir føði. Fyrst fram við írsku og skotsku hellingini, síðan norður í eystara partin av Norskahavinum og inn í Norðsjógvin. Á veg norður kemur hann eisini inn í føroyskan sjógv eystanfyri og norðanfyri. Hann er í føðiøkinum frá juli til langt út á heystið, tá hann byrjar at leita suðuraftur.

Litur

Bláligt yvirbrá um bakið. Umleið 30-35 myrkt bláligar, næstan svartar, tvørrípur eru allan vegin aftur eftir bakinum. Ljósari bláligt ella grønligt er millum rípurnar. Blankur um síðurnar við einum farra av purpurliti. Undir búkinum er hann hvítur.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Makrelur
Lat:Scomber scombrus
Dan:Makrel
Eng:Mackerel atlantic, Pinner, Rionnach, Shiner
Fin:Makrilli
Fra:Maquereau commun, Aniaux, Aurion, Aurneu, Barrat, Berdaou, Berdela, Brats, Brehel, Brezel, Cavaille, Chemeurlet, Launets, Lisette, Saint Jean, Strumbulu, Tumbulottu, Veira, Verral
Gri:Scoumbri, Scolios, Scombros
Ísl:Makríll
Ita:Maccarello, Lacerto, Scombro, Sgombro, Sqombro
Jap:Hirasaba, Marusaba, Saba
Ned:Makreel
Nor:Makrell
Pol:Makrela
Por:Cavalla, Sarda
Rus:Skumbriya, Makre’l
Spa:Caballa, Berdela, Sarda, Verdel
Sve:Makrill
Týs:Makrele
USA:Mackerel atlantic

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

30.09.2025

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

24.07.2025

Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Makrelgýting við Føroyar kannað

10.06.2025

Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

29.08.2024

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Minni av makreli í Norðurhøvum

24.08.2023

Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er…