{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í ár.

Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.

Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.

Tilmælið
2026
Tilmælið
2025
Broyting
frá 2025
til 2026
Makrelur174.357576.958-70 %
Svartkjaftur851.3441.447.054-41 %
Norðhavssild533.914401.79433 %

Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina. Tó er ovveiðan í 2024 og væntandi eisini 2025, nakað minni enn undanfarnu árini vegna strandarlandasemju millum Bretland, Noreg og Føroyar.

Hvussu verða tilmælini gjørd?

Tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft eru bygd á stovnsmetingina fyri 2025. Stovnsmetingin varð roknað á altjóða fundi í Keypmannahavn 27. august – 2. september, 2025.

Øll stovnsmetingarfrágreiðingin liggur á heimasíðuni hjá ICES, men kapitlarnir um ávikavist svartkjaft, norðhavssild og makrel, saman við innleiðingini í frágreiðingini, kunnu eisini lesast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.

Til stovnsmetingina av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða m.a. úrslitini frá altjóða svartkjafta-, silda- og makrelkanningunum, sum Jákup Sverri luttekur í, hvørt ár í ávikavist mars, maj og juli, brúktar.

Harafturat verða úrslit frá makreleggteljingum, ið verða gjørdar triðja hvørt ár, brúktar í makrelstovnsmetingini. Eggteljingar vórðu gjørdar í 2025 og Jákup Sverri var eisini partur av hesum kanningunum.

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gulllaksi og longu í 2027

26.06.2026

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi fyrr í mánaðinum nýggjastu ráðgevingina fyri veiðu av gulllaksi, longu, blálongu, kongafiski og svart…

Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum

24.06.2026

Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stends…

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

20.05.2026

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

05.05.2026

Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…