Fiskaslag | Veiða íalt, kg | Kg/tíma | Nytrur | Magar |
---|---|---|---|---|
TOSKUR | 8.588,2 | 46,2 | 1000 | 117 |
HÝSA | 102.534,4 | 551,3 | 890 | 121 |
UPSI | 16.297,4 | 87,6 | 967 | 91 |
LONGA | 1.622,1 | 8,7 | 340 | 3 |
GULLLAKSUR | 21.555,9 | 115,9 | 503 | |
BROMSA | 640,9 | 3,4 | 193 | 2 |
HVÍTINGSBRÓÐIR | 8.102,5 | 43,3 | 59 | 10 |
SVARTKJAFTUR | 28.688,8 | 154,2 | 51 | |
HAVTASKA | 833,1 | 4,5 | 15 | 2 |
BLÁLONGA | 1.295,0 | 7,0 | 123 | |
KALVI | 159,3 | 0,9 | 1 | |
TUNGA | 1.518,4 | 8,2 | 289 | |
REYÐSPRØKA | 540,9 | 2,9 | 175 | |
SVARTKALVI | 164,4 | 0,9 | 45 | |
MAKRELUR | 2032,1 | 10,9 | 5 |
Summaryvirlitstroling – Landgrunnur
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432
Tíðarskeið: 3-26/8 2024
Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang
Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu, gulllaksi o.ø. fiskasløgum; t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum. Umframt skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd. Eisini skulu magakanningar gerast av toski, hýsu og upsa.


Yvirlitstrolingarnar vístu eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men tó undir miðal. Nøgdin av hýsu er væl yvir miðal og ein tann mesta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna yvir. Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey siðstu árini, ið er nakað undir miðal.




Nøgdin (kg pr. tíma) av ávísum fiskasløgum í yvirlitstrolingunum á føroyska landgrunninum í tíðarskeiðnum 1996-2024.
Eins og í vár vórðu fleiri kalvaspraggur fingnar á túrinum, og hevur hetta ikki verið at sæð í nógv ár á hesum kanningum.
Magakanningarnar vístu, at toskur og hýsa ótu mest av nebbasild norðan- og vestanfyri. Eystan- og sunnafyri var høvuðsføðin hvítingsbróðir og svartkjaftur. Toskur og hýsa vóru væl í holdum.
Veiða, nytrur og magar pr. fiskaslag.
Tilsamans vórðu 186 kanningarstøðir av 200 tiknar. Tær 20 fyrstu kanningarstøðirnar vóru dupulttóv, har munurin millum tvey ymisk sløg av grunnum varð kannaður í mun til nøgd og longdarbýti. Úrslitið var, at 21” grunnurin er best egnaður til yvirlitstrolingarnar. Hann varð tískil nýttur restina av túrinum og verður tað eisini framyvir.
Túrfrágreiðingar
Merking av fiski
15.10.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2548 Tíðarskeið: 1 – 4/10 2025 Ábyrgd: Lise H. Ofstad Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferðing …
Yvirlitstroling – djúpt
01.10.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2546 Tíðarskeið: 17/9 – 1/10 2025 Ábyrgd: Petur Mikkelsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botn…
Heystyvirlitstroling – Føroyabanki
17.09.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2544 Tíðarskeið: 10/9-17/9 2025 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til veg…
Summaryvirlitstroling – Landgrunnur
29.08.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2536 og 2538 Tíðarskeið: 6-29/8 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fá…
Yngul- og ætikanning
02.07.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2532 Tíðarskeið: 18/6-2/7 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…
Váryvirlitstroling – Føroyabanki
26.03.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2512 Tíðarskeið: 19-26/3 – 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa ti…
Váryvirlitstroling – Landgrunnur
20.03.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2508 og 2510 Tíðarskeið: 19/2-19/3 – 2025 Ábyrgd: Petur Steingrund og Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendam…
Merking av fiski 2024
02.10.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2442 Tíðarskeið: 25/9-2/10 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna ferði…
Viðkomandi tíðindi

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
06.06.2025
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
07.04.2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Eitt vet meira av toski
20.03.2025
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Tilmæli 2025
16.12.2024
Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…