
Hvussu kunnu skipsdagbøkur og innvigingartøl brúkast í stovnsmeting av reyðsprøku og tungu?
Endamálið við hesi verkætlan er at útgreina og lýsa, hvussu taltilfar frá skipsdagbókum og innvigingarskipanum á landingarmiðstøðum kann nýtast í framtíðar stovnsmeting av reyðsprøku og tungu, sum stuðlandi vísutøl fyri stovnsstødd og býti, tá ið taltilfar, so sum aldursbýtið í veiðuni (catch-at-age) og index frá árligu yvirlitstrolingunum, ikki eru nøktandi.
Seinastu fimm árini hevur Havstovan arbeitt við verkætlanini “Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir reyðsprøku og tungu í føroyksum sjógvi”. Í hesum arbeiðium vórðu fyrstu stovnsmetingarnar av reyðsprøku og tungu gjørdar við aldursgrundaðum stovnsmetingarleistum. Hetta kravdi tó sera tíðarkrevjandi og kostnarðarmikla prøvatøku. Slík prøvatøka fellur uttan fyri fíggjarliga rammuverkið hjá Havstovuni og er tískil ikki haldfør loysn til regluligar stovnsmetingar av hesum fiskasløgum framyvir.
Samstundis hevur Havstovan arbeitt við pilotverkætlanini “Innvigingartøl til stovnsmetingar“, har endamálið var at miðsavna innsavnaðar fiskavektir frá útvaldum landingarmiðstøðum og meta um, hvørt hesar dátakeldur kunnu nýtast sum stuðulstilfar í stovnsmetingarhøpi. Høvðusdenturin í pilotverkætlanini varð lagdur á tosk og longu, men tó bleiv nakað av taltilfari um reyðsprøku og tungu eisini fingið til vega (sí partin í pilotverkætlanini, sum er um reyðsprøku og tungu her).
Útgreiningar av hesum reyðsprøku og tungu innvigingardátum, samanbornar við úrslit frá omanfyri nevndu verkætlan, vístu, at innvigingartølini kunnu nýtast til at greina vektarsamansetingina í veiðuni og menna vektarbýtið á aldur (weight-at-age). Í framhaldsverkætlanini “Innvigingartøl víðarimenning“, sum júst er byrjað, verður enn meira taltilfar miðsavnað í tilsnikkaðan dátagrunn á Havstovuni, frá enn fleiri landingarmiðstøðum, soleiðis at dátugrundarlagið fer at fevna um nærum alla veiðuna av reyðsprøku og tungu.
Henda verkætlanin fer at samantvinna úrslit og dátur frá nevndu verkætlanum við tí endamáli at útgreina, í hvønn mun veiða upp á roynd (CPUE) frá skipsdagbókum, saman við vektarbýti á aldur (weight-at-age) frá innvigingardátum, kunnu nýtast sum haldført grundarlag undir stovnseftirliti og stovnsmetingum av reyðsprøku og tungu, og hvussu hetta møguliga kann skipast regluliga framyvir, uttan tørv á serligari sýnistøku frá Havstovuni.
Viðkomandi verkætlanir
Henda verkætlanin hevur til endamáls at víðarimenna nýtsluna av innvigingardátum frá fiskivinnuni sum stuðul í stovnsmetingum hjá Havstovuni. Verkætlanin byggir á úrslit frá pilotverkætlanini í 2023-2024, sum vísti, at innvigingartøl frá landingum kunnu geva virðismikla stuðlandi vitan til verandi staksýni og styrkja dátugrundarlagið undir stovnsmetingum. Les meira
Innvigingartøl til stovnsmetingar
Ábyrgd á Havstovuni: Christina JoensenHenda pilotverkætlanin hevur kannað, um innvigingartøl frá landingarmiðstøðum kunnu brúkast sum supplerandi hagtøl til stovnsmetingar. Innvigingardáturnar vórðu veittar av virkjunum Kósini og Northern Fish Cold Storage (NFCS), sum brúka innvigingarskipanir, sum viga og goyma fiskavektir í stakvektum ella í bólkavektum. Les meira
Útbreiðsla, lívfrøði og fiskiskapur eftir reyðsprøku og tungu undir Føroyum
Ábyrgd á Havstovuni: Hannipoula OlsenEndamálið við verkætlanini er at fáa meira at vita um útbreiðslu, lívfrøði og fiskiskap av reyðsprøku og tungu undir Føroyum við tí fyri eyga at gera eina stovnsmeting av nevndu fiskasløgum. Les meira



