{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Væleydnaður dagur

Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn og nógv ymiskt varð víst fram. Sum eitt skemtiligt íkast var ein serligur myndaveggur gjørdur til høvið, har til bar at stinga høvið í eitt hol og fáa tikið mynd av sær. Myndin var ein persónur umborð á Jákup Sverra við einum stórum toski í hondunum.

Afturvendandi “fiskaborðið” var enn einaferð á tremur við fiski og øðrum úr havinum kring Føroyar. Eisini var ein stórur merktur toskur, sum var latin Havstovuni dagin fyri Vísindavøkuna. Hesin var merktur í 2017 og var fiskaður aftur 8 ár seinni.

Fleiri kappingar vóru eisini og hepnu vinnararnir hava fingið boðini.

Í Kongshøll hevði Bogi Hansen eina framløgum við heitinum “Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?” Framløgan hjá Boga sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 3:28:25.

Í snarrøðukapping í Kongshøll luttók Sólvá Jacobsen við eini framløgu um, at stødd hevur týdning, tá tað ræður um støddina á føðini hjá smáu fiskalarvunum. Dómsnevndin var samd um, at Sólvá helt bestu røðuna og vann. Snarrøðan hjá Sólvá sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 5:32.

Veðrið ávirkaði Vísindavøkuna í tann mun, at nøkur av teimum, sum skuldu hava framløgu í Kongshøll, ikki fingu møtt, tí tey vóru veðurføst í útlandinum. Men á sjálvum økinum darvaði vindurin lítið og onki. Nógv fólk møttu og básurin hjá Havstovuni var væl vitjaður.

Nakrar myndir frá degnum

Viðkomandi tíðindi

Væleydnaður dagur

01.10.2025

Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina

01.10.2025

Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

Rákið á Íslandsrygginum

18.09.2025

Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…

Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?

15.09.2025

Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…

Vísindavøkan 2025 – Skrá

01.09.2025

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…

Fjølbroytt fiskaborð

03.10.2024

Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá …

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Vísindavøka 2024 – Skrá

13.09.2024

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri 09:00-15:00Tiltøk …

Enn ein væleydnað Vísindavøka

25.09.2023

Fríggjadagin 22. september 2023 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Veðrið var ikki til vildar, so Havstovan og Glasir, sum skuld…

Útivið 50 fiskasløg á Vísindavøku 2022

27.09.2022

Fríggjadagin 23. september var Vísindavøka í Løkshøll.Sum vanligt vóru nógvir granskingarstovnar umboðaðir, og Havstovan sýndi fram ymisk forvitnislig…

Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022

16.09.2022

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mán…

Vísindavøka 2020 og 2021

10.05.2022

Ein av uppgávunum hjá Havstovuni er at miðla vitan út til almenningin. Vísindavøkan er ein góður pallur til hetta endamálið, og bæði í 2020 og 2021 lu…

Stuttfilmur um Jákup Sverra

08.02.2021

Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum áhugaverdum tilfari gjørd. Á henni er eitt stórt savn av tilfari, bæði frá seinastu vísin…

Vísindavøka 2019

18.12.2020

Bás inni í Sjóvinnuhúsinum, tvær framløgur í Kongshøll og „fiskaborð“ úti á bryggjuni var tað, sum Havstovan borðreiddi við á Vísindavøkuni í fjør, ha…

Vísindavøkan 2018

25.09.2019

Rannsóknarskipið Magnus Heinason var hesaferð partur av átakinum hjá Havstovuni og tað hepnaðist sera væl. Vælumtókta fiskaframsýningin var eisini á s…

Vísindavøkan 2018

01.10.2018

Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin…

Vísindavøkan 2017

23.10.2017

Evnið fyri Vísindavøkuna í 2017 var „Tilfeingi“. Havstovan gjørdi av at lýsa positivu gongdina hjá okkara fugla og fiskatilfeingi seinastu tvey árini,…

Vísindavøkan 2016

09.11.2016

Evnið fyri Vísindavøkuna í 2016 var tey fýra frumevnini, eldur, jørð, luft og vatn. Vit vístu ymiska gransking í sambandi við frumevnini, og høvdu eyð…

Vísindavøkan 2015

19.09.2016

„Árið á Landgrunninum“ varð temaið á básinum hjá Havstovuni á Vísindvøkuni í 2015. Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkomandi tíðindi Øll …

Vísindavøkan 2014

25.09.2015

Granskingarráðið byrjaði við Vísindavøkuni í 2008, og flestu árini hevur Havstovan verið um boðað. Hetta er úr Sjóvarmál 2015, les víðari her. Viðkoma…

Vísindavøkan 2012

07.11.2013

Havstovan var partur av Vísindavøkuni 27. og 28. september 2012 í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð, har ymsugranskingarstovnarnir í Føroyum fingu høv…