{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartkjaftastovnurin væl fyri

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst í mars mánað 2024.

Vísitalið fyri svartkjaftstovnin síðani 2004, undantikið 2010 og 2020.

Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020- og 2021-árgangirnar, har 2021-árgangurin er methøgur sum 3-ára gamal fiskur.

Ekkóvirði av svartkjafti.

Hækkingin í gýtingarstovninum stavar í høvuðsheitum frá teimum báðu góðu árgangunum, ið nú eru eitt ár eldri, og harvið tyngri.

Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingunum av svartkjafti, sum verða gjørdar á altjóða havgranskingarstovninum ICES seinni í heyst.

Les endaligu frágreiðingina her.

Jan Arge Jacobsen

Tilfeingi

Fiskifrøðingur, Dr. Scient.

janarge@hav.fo / +298 21 80 93

Vangi í PURE / Greinar

Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

30.09.2025

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

24.07.2025

Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast

10.07.2025

Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Sildakanningar norðanfyri

13.05.2025

Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…