{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið

Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi úrslit eru víst í nýggjari grein, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science (DOI: 10.3389/fmars.2025.1636440).

Loggingarnar vístu, at springararnir spjaðast skjótt eftir merking, ólíkt grind, sum heldur saman í bólki. Sum kanska væntað, ferðast springararnir nógv kring Landgrunnin og í Hetlandsrennuni. Meira forkunnugt er, at fleiri springarar hava miðvísa kós vestur í hav, tá komið er út á heystið. Teir svimja sunnan fyri Ísland, vestur á landgrunnin við Eysturgrønland, og ferðast so suður í ein meldur, miðskeiðis í Irmingerhavinum. Sera sterkir og kaldir vindar skapa nógva vertikala blanding á hesum leiðum, sum so aftur økir um mattilfeingið upp gjøgnum vatnsúluna. Og springararnir kava djúpt. Ofta djúpari enn 400 m, og ein kom heilt niður á 616 m, sum er met.

Hetta er fyrstu ferð, at slík trans-Atlantisk ferðing er ávíst fyri springarar. Greinin gevur týdningarmikla vitan, sum er fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av springarastovninum í einum Norðuratlantshavi, sum er merkt av verðurlagsárini.

Arbeiðið er fíggjað av verkætlanini TOPLINK, ið er partur av granskingarskránni MARiNAO, umsitin av Granskingarráðnum.

Sara De Clerck

Havsúgdjór

Ph.D.-lesandi

sarac@hav.fo / +298 35 39 00

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni

Viðkomandi tíðindi

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið

16.12.2025

Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi …

Springari á Kappanum

27.11.2023

Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. H…

Nýtt frá merktu springarunum

20.09.2023

Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir …

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

21.07.2023

Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlands…

Ferðing hjá springarunum í ein mánað

12.07.2023

Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hv…

Allir springararnir sunnanfyri

20.06.2023

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á…

Merktu springararnir fylgjast ikki

13.06.2023

Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar. Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, …

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum

21.03.2023

TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghví…

Springarin farin til stroks

28.09.2022

Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjan…

Merktu springararnir farnir í ymsar ættir

09.09.2022

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. …

Teir merktu springararnir eru nú norðanfyri

05.09.2022

Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, eru farnir norð um oyggjarnar. Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum …