
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Eydna í Homrum
24. august 2023
Viðkomandi tíðindi
 - Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar- Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan… 
 - Jákup Sverri ger makrelkanningar- Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið… 
 - Makrelgýting við Føroyar kannað- Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í… 
 - Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi- Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um… 



 
    