
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Eydna í Homrum
24. august 2023
Viðkomandi tíðindi
 - Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum- Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv lækkar 42 % samanborið við í fjør.… 
 - Jákup Sverri aftur av makreltúri- Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verður felags túrfrágreiðing skrivað. Viðkomandi tíðindi 
 - ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024- Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein… 
 - Minni av makreli í Norðurhøvum- Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest… 



 
    