
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Eydna í Homrum
24. august 2023
Viðkomandi tíðindi
 - Lívfrøðiligar kanningar av makrelveiðu- Tá stovnsmetingar verða gjørdar av t.d. makreli, er ein av høvuðskeldunum veiðitøl frá fiskiskapinum. Tí er umráðandi at fáa sýni av veiðuni til Havstovuna, soleiðis at longd og aldur á… 
 - Økt makrelgýting í føroyskum havøki- Tíðliga í summar var Havstovan við í umfatandi kanningum av gýting hjá makreli. Hetta verður gjørt við at telja hvussu nógv rognkorn av makreli eru í sjónum. Úrslitini frá kanningunum… 
 - Kudoa í makreli- Nakrir makrelar gerast bleytir og ónýtiligir til matna, hóast teir eru snarkøldir umborð. Orsøkin er infektión við Kudoa, sum ger tann størra fiskin bleytan eftir at fiskurin er deyður. Hetta… 
 - Leikluturin hjá makreli- Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar hjá Havstovuni av meira enn 1500 makrelmagum,… 



 
    