
Merktu springararnir fylgjast ikki
Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar.
Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, var ein minni bólkur á 25 sprinagarar rikin inn á sandin, har fólk frá Havstovuni merktu seks springarar við fylgisveinasendarum. Tað tók áleið 45 minuttir at merkja.
Eftir at springararnir fóru av pollinum aftur, helt ein bólkur við fýra merktum springarum í, kósina suður ígjøgnum Leivíksfjørð, og helt beina kós suður í Hetlandsrennuna. Her vendi bókurin norðeftir, og hevur síðan ferðast í ein landnyrðing, fram við hellingini.
Hin bólkurin, við einum merktum springara í, fór norður gjøgnum Djúpini og norður í hellingina. Síðan hevur hesin bólkurin ferðast í ein útnyrðing eftir Rygginum, móti Íslandi.

Viðkomandi tíðindi

Nýtt frá merktu grindahvalunum
Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tveir grindahvalir merktir í Íslandi

Merkta grindin ferðast suðureftir
Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur á umleið 40 hval var

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni
Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er nú komin norður á 63 breiddarstig,

Ferðing hjá springarunum í ein mánað
Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum, og hava síðan ferðast ymsar leiðir, sí
