
Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022
Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Mánafiskur er sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.
Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur, 20 í tali, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Viðkomandi tíðindi

Vísindavøka 2024 – Skrá
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri 09:00-15:00 Tiltøk fyri børn og vaksinHavstovan sýnir fram ymsar fiskar…

Enn ein væleydnað Vísindavøka
Fríggjadagin 22. september 2023 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Veðrið var ikki til vildar, so Havstovan og Glasir, sum skuldu vísa fram í tjøldum á kaiini, fluttu…

Útivið 50 fiskasløg á Vísindavøku 2022
Fríggjadagin 23. september var Vísindavøka í Løkshøll.Sum vanligt vóru nógvir granskingarstovnar umboðaðir, og Havstovan sýndi fram ymisk forvitnislig fiskasløg. Væl av fólki vitjaði Havstovuna í framsýningartjaldinum, sum stóð á spæliplássinum…

Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022
Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi…
