{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag.

Góð 20 fólk hava verið á fundinum, flestu teirra í Føroyum, men nøkur hava luttikið talgilt.

Stovnsmetingararbeiðið er umfatandi og krevur bæði tilfar frá rannsóknartúrum og frá fiskiskapinum. Undan fundinum verður alt tilfarið savnað og eftirmett, og síðan verður sjálv stovnsmetingin gjørd og eftirmett á fundinum. Næsta stigið eftir fundin er, at ein tilmælis-bólkur eftirmetir stovnsmetingarúrslitini og letur ICES-tilmælið úr hondum. ICES-tilmælið fyri, hvussu nógv kann fiskast av gulllaksi og longu í 2026, verður alment um hálvan juni.

ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Stovnsmetingararbeiðið er býtt á fleiri serfrøðingabólkar, og ein av hesum bólkunum er WGDEEP, har til dømis føroyska longan og gulllaksurin verða stovnsmett. Oftast eru fundirnir á høvuðsstøðini hjá ICES í Keypmannahavn, men av og á verða teir hildnir á ymsu rannsóknarstovnunum, og hesa ferð er WGDEEP komin til Føroya.

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

06.05.2025

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Samanbering av lívfrøði hjá longu og brosmu

19.09.2016

Longa trívist betri í grynri og heitari sjógvi enn brosma. Longa veksur eisini skjótari, blívur longri og búnast fyrr. Longa er ikki djúpvatnsfiskur, …

Ein lítil søga um eina stóra longu

01.09.2010

Á yvirlitstrolingini á vári 2009 fekk Magnus Heinason tann 20. mars eina serliga stóra longu. Hon var 172 cm long og vigaði 40,4 kg ókruvd. Allur innv…

Gulllaksaveiðan burðardygg

01.09.2009

Fyrsti føroyski fi skiskapurin, sum kann lýsast sum „burðardyggur“, er fi skiskapurin eftir gulllaksi. Hetta vísir ein 3 ára verkætlan á Havstovuni, s…

Ókendi gulllaksurin

01.09.2008

Hóast føroyingar hava fi skað gulllaks síðani 1994, so er grundleggjandi vitanin um hetta fi skaslag framvegis avmarkað. Tí roynir Fiskirannsóknarstov…