
Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn
Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni fast í aldumátarafortoyingarnar. Tveir mátarar eru festir í hvørja fortoying, ein niðri við botn og ein nakrar metrar undir vatnskorpuni. Tá Vørn heintar aldumátarar inn til viðlíkahald verða hitamátararnir lisnir á Havstovuni, og síðani settir á aftur fortoyingina tá aldumátararnir fara út aftur. Hetta vælvirkandi samstarvið gevur Havstovuni áhugaverdar upplýsingar um hitan og týdningarmikla lagbýtið í sjónum kring Føroyar.
Mátarin á botni á aldumátaranum sunnanfyri (‘S’ á mynd 1) máldi til dømis í august 2015 eina áhugaverda køling. Í tíðarskeiðnum 6. -9. august minkaði hitin á botni brádliga knapt 3 stig, frá 8,0 °C til 5,2 °C samstundis sum hitin í vatnskorpuni ikki broyttist nakað serligt (mynd 2).Tað er sannlíkt, at ein tunga av køldum sjógvi úr Hetlandsrennuni varð førd inn á Landgrunnin hesar dagarnar og var orsøkin til kølingina av niðasta lagnum av sjógvi.
Hitamátingar frá aldumátarunum vestanfyri og sunnanfyri eru longu brúktar í vísindaligari grein sum varð kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Science” 30. januar, og sannlíkt er, at hitamátingarnar eisini verða brúktar í komandi greinum. Havstovan er sera glað fyri samstarvið við Landsverk og Vónina og takkar manningini á Brimli fyri at teir hjálpa okkum at fáa virðismiklar hitamátingar til vega.


Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurhøv (reyðu pílarnir á myndini). Tað mesta av…
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum…
Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn
Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni fast í aldumátarafortoyingarnar. Tveir mátarar eru festir…