
Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn
Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni fast í aldumátarafortoyingarnar. Tveir mátarar eru festir í hvørja fortoying, ein niðri við botn og ein nakrar metrar undir vatnskorpuni. Tá Vørn heintar aldumátarar inn til viðlíkahald verða hitamátararnir lisnir á Havstovuni, og síðani settir á aftur fortoyingina tá aldumátararnir fara út aftur. Hetta vælvirkandi samstarvið gevur Havstovuni áhugaverdar upplýsingar um hitan og týdningarmikla lagbýtið í sjónum kring Føroyar.
Mátarin á botni á aldumátaranum sunnanfyri (‘S’ á mynd 1) máldi til dømis í august 2015 eina áhugaverda køling. Í tíðarskeiðnum 6. -9. august minkaði hitin á botni brádliga knapt 3 stig, frá 8,0 °C til 5,2 °C samstundis sum hitin í vatnskorpuni ikki broyttist nakað serligt (mynd 2).Tað er sannlíkt, at ein tunga av køldum sjógvi úr Hetlandsrennuni varð førd inn á Landgrunnin hesar dagarnar og var orsøkin til kølingina av niðasta lagnum av sjógvi.
Hitamátingar frá aldumátarunum vestanfyri og sunnanfyri eru longu brúktar í vísindaligari grein sum varð kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Science” 30. januar, og sannlíkt er, at hitamátingarnar eisini verða brúktar í komandi greinum. Havstovan er sera glað fyri samstarvið við Landsverk og Vónina og takkar manningini á Brimli fyri at teir hjálpa okkum at fáa virðismiklar hitamátingar til vega.


Viðkomandi tíðindi
Kaldari og feskari í 2012
Hitin og saltinnihaldið í atlantsjógvi vestan fyri Føroyar lækkaðu í 2012 niður á tað minsta seinastu 10 árini. Miðalhitin í 2012 var eitt vet lægri enn miðalvirðið fyri øll árini…
Nýggj hita- og saltmet í føroyskum sjógvi
Miðalhitin á Landgrunninum í 2009 var eins høgur og í 2003, tá hitamet varð sett. Fleiri mánaðir hava sett hitamet, eins og sjógvurin í Bankarennuni og norðanfyri setti met í…
Fylgja sjóvarhitanum á landgrunninum
Hitamátarar við Oyrargjógv og Skopun geva granskarum vitan um veðurlagsbroytingar og sambandið millum gróður og hita. Hetta er úr Sjóvarmál 2008, les víðari her. Viðkomandi tíðindi
Samantvinna gamalt og nýtt
Nýggjar kanningar staðfesta, at gamlar mátingar fyri árini 1914 til 1969 kunnu væl brúkast saman við teimum hitamátingum, ið Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt síðani 1991. Tað gevur eitt nærum fullfíggjað yvirlit…