{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar

Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79 cm langur og vigaði 6 kg. Hann varð fingin eystan fyri Munkagrunnin.

Gýtandi svartkalvar fingnir ymisk ár undir Føroyum. Rognafiskar gulir og siljafiskar grønir. Gýtandi svartkalvin í ár er merktur sum stjørna.

Tann 79 cm langa og 6 kg tunga honin, sum varð fingin í 2025. Lítli fiskurin omaná er ein seilur.

Rognabrókin við rennandi rognum, sum vigaði 1008 g.

Eins og undanfarin ár var meginparturin av svartkalvanum, sum varð fingin á svartkalvatúrinum, óbúgvin rognafiskur og nakað var óbúgvin siljafiskur. Støddin var eisini sum vant, meginparturin millum 45 og 60 cm langur. Tó var nøgdin minni í ár í mun til í 2023, og væl minni enn eitt miðalár. Ongin svartkalvatúrur var í 2024 vegna verkfall.

Kg av svartkalva per troltíma, sum í 2025 var 70 kg. Miðalveiðan fyri árini 1995-2025 er eisini víst. Hon er 115 kg.

Fyrsti regluligi svartkalvatúrur var í 1995. Endamálið er at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi. Svartkalvin undir Føroyum er partur av einum størri stovni, sum eisini heldur til undir Íslandi og Eysturgrønlandi.

Túrfrágreiðing kann lesast her.

Lise Helen Ofstad

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Fiskifrøðingur

liseo@hav.fo / +298 79 39 19

Vangi í PURE / Greinar