{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartkalvi

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2530

Tíðarskeið: 12-18/6 – 2025

Ábyrgd: Lise Helen Ofstad

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna svartkalva: Nøgd, longd, vekt, aldur, kyn og kynsbúning. Umframt skulu kanningar eisini gerast av øðrum fiskasløgum (m.a. longu, brosmu og blálongu), sum verða fingin.

Fyribilsúrslit frá árliga svartkalvatúrinum vísa eina miðalveiðu á 70 kg av svartkalva per troltíma (Mynd 1), sum er ein minking í mun til 2023. Vegna verkfall var ongin svartkalvatúrur í 2024. Miðalveiðan fyri árini 1995-2025 er 115 kg av svartkalva um tíman, so veiðan í 2025 var væl undir miðal. Lítið av svartkalva varð fingið vestan fyri Munkagrunnin.

Magakanningarnar vístu, at svartkalvin í høvuðsheitum etur svartkjaft. Ein gýtandi svartkalvahon, 79 cm long og 6 kg tung (Mynd 3), varð fingin eystan fyri Munkagrunnin (støð 17). Fiskað var á dýpum millum 410 og 550 metrar, har hitin var millum 0,1°C og 5,5°C.

Mynd 1. Kg av svartkalva per troltíma, sum í 2025 var 70 kg. Miðalveiðan fyri árini 1995-2025 er eisini víst. Hon er 115 kg.

Mynd 2. Longdarbýtið av svartkalva á túri 2530. Av 3.188 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 2/3 millum 45 og 60 cm langir.

Mynd 3. Rennandi rogn frá gýtandi svartkalva á túri 2530. Hetta er 6. skrásetingin hjá Havstovuni av gýtandi rognafiski undir Føroyum.

Talva 1. Veiða, nytrur, magar, kruvd vekt, gonaduvekt, livurvekt og tal av støðum pr. fiskaslag á túri 2530.

FiskaslagKg í altNytrurMagarKruvdGonadaLivurTal av støðum
SVARTKALVI6579.43249988232656417
STÓRI KONGAFISKUR1161.39310544412
TRANTKONGAFISKUR1153.631301613131317
HALAHVASSA SKØTA772.55115
HVÍTASKØTA320.20010
TINDASKØTA292.95417
BLÁLONGA270.925342734312613
UPSI198.085868552
SVARTKJAFTUR196.72717
BLÁGÓMA150.9038
TOSKUR139.709202016141610
HAVTASKA121.9001199796
BROSMA107.61651629181313
GULLLAKSUR60.5182086559
LÍTLI KONGAFISKUR60.4965
LÁLLA50.40716
LIRI30.05015
HVASSASPREK22.59914
ÚLVFISKUR13.84010
LÍTLABROSMA11.9077
LONGA7.300111
KLINGRUSKØTA3.8907
LAKSATOBIS3.59712
KALVI2.365111111
HÝSA0.7122
RÍSNA LANGASPORL0.5551
MJÁI PRIKKAFISKUR0.2404
SILD0.1901
SEILUR0.0591
SÚÁLLUR0.0531
BÚKSVARTI HÁVUR0.0141
LÍTLI PRIKKAFISKUR0.0051
YMISKT (skrambul, rækja v.m.)58.919
TILSAMANS11793.74268518635416315617

Túrfrágreiðingar