{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Biologisk oceanografi

Jákup Sverri, túrur nr. 2324

Tíðarskeið: 24/5-31/5 2023

Ábyrgd: Eilif Gaard

Endamál:

At kanna

  • Menning av plantu- og djóraæti á Landgrunninumum um várið,
  • Gýting hjá reyðæti,
  • Føðiviðurskiftini hjá fiskalarvum.

Samandráttur

Sjóvarhitin innan fyri landgrunsfrontin lá um 7,8-8,1 °C og á ytru leiðunum var sjógvuirn eitt lítið vet lýggjari. Saltinnihaldið hevur hesi seinastu árini verið lágt og er tað framvegis, tó at tað tykist at hækkað eitt sindur aftur. Innan fyri landgrunsfrontin lá oftast um 35,10 – 35,15 og á ytru støðunum lá tað eitt vet hægri.

Gróðurin var við at taka seg upp og fluorometrið lá í miðal um 1, sum er tætt við miðal hesa ársins tíð. Nógv av kiselalgunum Chaetoceros kom í bongo-netini. Tær gera langar ketur av algukyknum, sum í stóran mun verða hildnar aftur í netunum. Tær vera mettar at vera góð føði hjá tí størra djóraætinum.

Djóraætið innan fyri landgrunfrontin var ein blanding av landgrunssløgunum Acartia  og Temora, saman við Pseudocalanus og Calanus (reyðæti). Tey bæði seinnu sløgini eru upprunaliga rikin inn á Landgrunnin uttanífrá, men tey kunnu tó eisini vaksa og nørast á Landgrunninum. Ein góð spjaðing var í støddunum og sløgum av djóraæti, og tað er gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær góðan møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru.

Á ytru leiðunum var sum vant mest av reyðæti.

Gýtingin hjá reyðæti var í miðal 5,8 egg/hon/døgn. Ongin munur kundi staðfestast í talinum av eggum, sum hvørt kvenndjór gýtti, ávikavist á innaru og ytru leiðunum. Men av tí at meira var av reyðæti uttan fyri landgrunsfrontin, hevur samlaða gýtingin verið størri á ytru leiðunum. Rættiliga væl var av fiskalarvum av ymiskum sløgum var at fáa og tær vóru á flestøllum støðunum. Støddin lá oftst millum 1 og 1,5 cm. Seinni í ár verða sløgini, nøgdir og eisini magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri.

Um túrin

Túrurin byrjaði við at royna eftir fiskalarvum á tveimum støðum í Kaldbaksfirði og Sundalagnum. Hetta var írestandi arbeiði frá seinasta túri, har viðurskifti tætt við land vóru kannað. Síðan varð hildið fram við kanningunum runt allan innara landgrunnin og stutt uttan fyri landgrunsfrontin. Fyrst eystanfyri og norðanfyri og síðan vestanfyri. Veðrið var gott og arbeiðið gekk væl.

Prøvatøka

Kannað bleiv hiti, saltinnihald, fluoroscensur og klorofyl (nøgdir av plantuæti) á 31 støðum og tøðsøltini nitrat, silikat og fosfat á 12 støðum.

Djóraætið bleiv savnað inn við bongoneti og fiskalarvur við MIK neti á øllum 31 støðum. Harumframt blivu myndir av plankton samfeløgunum tiknar á 7 støðum í einum skurði úr Høgnaboða og norðureftir. Gýtingin hjá reyðæti bleiv kannað á 17 støðum.

Reiðskapur                  

CTD, VPR, Bongo-net við 100 og 200 µm meskavídd og MIK-net við 1,5 mm meskavídd (0,5 mm í aftasta partinum).

Fólk við frá Havstovuni

Eilif Gaard og Durita Sørensen (fyrra helvt)

Durita Sørensen og Poul Vestergaard (seinna helvt)

Túrfrágreiðingar

  • Reyðæti í Bankarennuni

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2444 Tíðarskeið: 2-9/10 2024 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjógvi. Ein partur av tí reyðætinum, sum […]

    Les meir

  • Fjarðakanning

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti […]

    Les meir

  • Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í […]

    Les meir

Viðkomandi tíðindi

  • Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

    Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma. Tað var sera lítið at fáa…

    Les meira

  • Skúm á sjónum

    Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av slagnum Phaeocystis…

    Les meira

  • Yngul- og ætikanningar 2023

    Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir…

    Les meira

  • Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

    Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av…

    Les meira