Svartkjaftur sunnanfyri
Jákup Sverri, túrur nr. 2312
Tíðarskeið: 22/3-5/4 2023
Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen
Endamál:
At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felags kanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES saman við Noregi og ES (Hollandi, Írlandi og Spania).
Samandráttur
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 23. mars til 6. apríl 2023. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár, áleið sum í fjør (Mynd 1). Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar (Mynd 2). Meginparturin av fiskinum hevði gýtt (Mynd 1). Longdarbýti og aldursbýti av svartkjafti er víst í ávikavist Mynd 2 og Mynd 3. Miðallongdin var 25 cm og miðalvektin 91 g í okkara prøvum í ár. Vit frættu frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.
Mynd 1. Akustiskar skrásetingar av svartkjafti (sA, m2/nm2) sunnan fyri Føroyar 22/3-5/4 2023. Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 200 og 500 m botnlinjur eru vístar.
Mynd 2. Longdarbýti (vinstrumegin) og aldursbýti (høgrumegin) av svartkjafti frá kanningunum 22/3-5/4 2023.
Um túrin
Túrurin byrjaði við at kalibrera (stilla) ekkóloddini inni á Skálafjørðinum. Síðani var farið suður í írskan sjógv, har túrurin skuldi byrja. Veðrið var gott meginpartin av túrinum, kanska tveir til tríggir dagar við ruski. Tilsamans 26 støðir vórðu tiknar, har hiti, salt og æti bleiv mátað. Tóvað varð eftir svartkjafti, tá hann sást á ekkóloddinum.
Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.
Prøvatøka
Veiðan varð viðgjørd sambært Sýnishondbókini. Umframt longd og vekt av svartkjafti vóru nytrur av pørtum av veiðuni tiknar til aldursgreining.
Reiðskapur
Multpelt 832 flótitrol og 4.5 m2 Twister lemmar. CTD og WP2-glúpur.
Viðmerkingar
Kanningin er skipað sum ein altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum verður roknað síðst í apríl.
Fólk við frá Havstovuni
Jan Arge Jacobsen (kanningarleiðari)
Ebba Mortensen, Jens Arni Thomassen, Dan Askam, Costanza Cappelli (IT/DK) og Lauren Clayton (UK)
Túrfrágreiðingar
Yngul- og ætikanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2628 Tíðarskeið: 17/6-1/7 2026 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt tíðliga mát fyri árgangsstyrkina hjá toski á Landgrunninum, samstundis…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2618 (og 2619) Tíðarskeið: 30/4-12/5 2026 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í havøkinum norðan fyri Føroyar. Ekkókanningin er partur av felags kanningum…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2610 Tíðarskeið: 25/3-8/4 2026 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felagskanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES…
Viðkomandi tíðindi

Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum
Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stendst serliga av ungu…

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), sum Havstovan luttók í, saman við Danmarks Tekniske Universitet…

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%
Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Svartkjafturin stóð heldur norðarlaga í kanningarøkinum í ár…

Sildakanningar norðanfyri
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan tann 30. apríl (sí…




