
Sars-úlvfiskur
Lycenchelys sarsii
Lítil, langur og klænur. Høvdið er um tvær ferðir so breitt sum kroppurin. Poknur fram við yvirkjaftinum. Kroppurin nakað avlangur í tvørskurði, breiddin er væl minni enn hæddin. Kropshæddin við gotið er um 5% av fullari longd.
Útbreiðsla
Undir Føroyum er hann fingin eystur av bankunum eystanfyri. Er annars fram við Noregsstrondini frá Skagerrak til Finnmørkina, Kolanes og Svalbarðs. Er skrásettur undir Íslandi og í Eysturgrønlandi. Vestanfyri í Atlantshavinum er hann fingin á Grandbanka og í Davisfirði.

Stødd
Verður upp í einar 12-15 cm langur.
Dýpi
Botnfiskur úr 150 m niður í 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin millum 400 m og 500 m.
Litur
Grábrúnligur um bakið og nakað niður á síðurnar, meira ella minni ójavnur kantur móti tí ljósara búkinum.
Eyðkenni
Breiða høvdið. Minnir í útsjónd um gestfisk, álakenda- og sporllanga úlvfisk. Uggafjøðurin røkkur næstan til fremra enda á ryggfjøðurini.
Týdningur
Ongan vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
| Før: | Sars-úlvfiskur | 
| Lat: | Lycenchelys sarsii | 
| Dan: | Sars porebrosme, Sars ålebrosme | 
| Eng: | Sar’s wolf eel | 
| Ísl: | Sars-álbrosma | 
| Nor: | Sørlig ålebrosme | 

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
 - Tilmæli 2025- Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri… 
 - ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025- Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá… 
 - Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið- Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á forvitnisliga Sjósavninum eru tey altíð… 
 - Meir av toski og nógv av hýsu- Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir… 

 
    