Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges Arktiske Universitet) á havrannsóknarferð við Jákup Sverra,
Á ferðini vórðu regluligu kanningarnar hjá Havstovuni av havinum kring Føroyar sameindar við jarðfrøðiligar kanningar, sum vórðu gjørdar í sambandi við AXIS-verkætlanina, ið er fíggjað av MARiNAO. Vísindaligur leiðari á havrannsóknini var Hjálmar Hátún á Havstovuni.
Á allari ferðini varð TOPAS-seismikkur tikin upp við tí endamáli at finna sedimentir á havbotninum. Tær seismisku dáturnar hjálptu granskarunum at finna hóskandi støð til at taka royndir av móru og sandi á havbotninum. Leitað varð eftir støðum, har sedimentir eru støðugt savnaði og ikki skolað burtur av sterkum botnstreymum.
Tað eydnaðist at taka havbotnsprøvar á norðurlinjuni, nevnd Skurður N, har havfrøðiligar kanningar regluliga eru framdar seinastu 40 árini. Royndir vórðu tiknar av móru og sandi á havbotninum á seks støðum niður á umleið 2.400 metra dýpi. Royndirnar vórðu tiknar við tólinum nevnt box corer, har lutfalsliga órørd sedimentir verða tikin upp, so raðfylgjan í løgunum varð varðveitt. Ein grabbi varð nýttur til at taka fleiri royndir av tilfari á havbotninum. Tilsamans tók granskingarliðið 12 sedimentkjarnar og 24 havbotnsprøvar á seks støðum.

Yngstu sediment-løgini kunnu hava varðveitt upplýsingar um broytingar í streymferðini seinastu 30 árini. Við at samanbera hesar broytingarnar í sedimentunum við beinleiðis havfrøðiligar mátingar fara granskararnir at kanna, hvussu broytingar í djúphavsstreymum – teirra millum IFSJ (Iceland–Faroe Slope Jet) – verða skrásettar í havbotnsmóruni. Hetta sambandið kann síðan nýtast til at endurskapa gongdina í havstreymunum aftur í tíð við longri sediment-kjarnum, sum eru í goymslu ella sum verða innsavnaðar seinni. So er spurningurin um úrslitini kunnu brúkast til at lýsa broytingar av djúphavsstreymum seinastu 30 árini, seinastu 11.700 árini (holosen) og seinastu 130.000 árini (til Eem millumístíðina). Á henda hátt kunnu móra og sandur á havbotninum verða við til at varpa ljós á søguna um djúphavsstreymar kring Føroyar – streymar sum hava týdning fyri veðurlagsbroytingar á jørðini.
Havrannsóknin vísti virðið í samstarvinum millum havfrøðingar og jarðfrøðingar. Mátingar av streymi, hita og saltinnihaldi seinastu 30 árini kundu tulkast saman við seismiskum profilum og havbotnsprøvum. Dáturnar kundu síðan síggjast saman við nágreiniligum dýpdardátum, sum vóru atkomiligar ígjøgnum havbotns-kortleggingarsamstarvið, FaroeMar, har Jarðfeingi, Havstovan, Umhvørvisstovan og Landsverk taka lut.
Camilla Snowman Andresen, professor á GEUS, er verkætlanarleiðari fyri AXIS-verkætlanina.
Túrfrágreiðing frá øllum túrinum sæst her.
Hjálmar Hátún
Umhvørvi
Granskari, Ph.D, Havfrøðingur
hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92
Vangi í PURE / Greinar / CV
Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni
Viðkomandi tíðindi
Móra og sandur á havbotninum kunnu avdúka søguna um djúphavsstreymar
12.10.2026
Frá 31. august til 7. september 2026 vóru granskarar frá Havstovuni, Jarðfeingi, GEUS (Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelser) og UiT (Norges …
Filmað korallir undir Føroyum
23.10.2018
Filmsupptøkur av havbotninum kring Føroyar í 2017 og 2018 vísa, at korallir eru í økjunum millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, suður av Føroyabanka…
Videokanning av korallum í juni 2018
19.06.2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyu…
Kúpuskel vísir gróðurin á Landgrunninum aftur í seytjandu øld
14.12.2017
Í nýggjari grein, útgivin í Journal of Marine Systems tann 29. november, verður víst at vøksturin hjá kúpuskel fylgir gróðrinum á Landgrunninum – jú m…
Heitir skorsteinar á havsins botni
23.08.2012
Áðrenn 20. øld varð hildið, at einki kundi liva í æviga myrka og kalda djúphavinum. Nú vita vit, at havið, djypri enn 200 metrar, er størsta búøki í h…
Korallir á video
01.09.2008
Líka síðani áttatiárini eru kanningar gjørdar av korallunum í havinum við Føroyar. Seinastu árini er hetta gjørt við undirsjóvarupptøkutóli, sum higar…
Delikatessa til agn
01.09.2008
Samstundis sum gággan í føroyskum hugaheimi er við at fl yta seg frá at vera agn til at vera ein delikatessa til útflutnings, økist fokus á hetta sers…
Vard sjóøki
01.09.2007
Vard sjóøki – á enskum Marine Protected Areas, stytt MPA – kunnu allýsast sum landafrøðilig øki, sum eru útvald fyri at varðveita livandi tilfeingi ha…
Korallir verða avmyndaðar
01.09.2007
Síðan 2003 eru undirsjóvarupptøkur gjørdar av havbotninum í ein útnorðing úr Mykinesi, á Suðuroyarbankanum og á Munkagrunninum. Royntverður at fáa ein…