Videokanning av korallum í juni 2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.
Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. Økið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har korallir vórðu sæddar í fjør, varð tó eisini kannað, sí kort niðanfyri.
Støðir við videokanning av korallum undir Føroyum í juni 2018, svartir trýkantar, og í 2017, reyðir fýrakantar. Ikki var væntað at finna korallir í økinum norðan- og eystan fyri Føroyar og tí vóru støðir ikki tiknar har.
Korallir vórðu staðfestar í trimum økjum: Suður av Sandoyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka. Í norðara kanti á Føroyabanka, norðan fyri Skeivabanka og á Munkagrunninum vóru korallir fyrr í tíðini, men á hesum støðum vóru ongar korallir at síggja á hesum túrinum.
Nógvar áhugaverdar eygleiðingar vóru av svampi, botndjórum og fiski. Les alla frágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
Filmað korallir undir Føroyum
Filmsupptøkur av havbotninum kring Føroyar í 2017 og 2018 vísa, at korallir eru í økjunum millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka. Hetta er úr…
Videokanning av korallum í juni 2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. Økið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har…
Kúpuskel vísir gróðurin á Landgrunninum aftur í seytjandu øld
Í nýggjari grein, útgivin í Journal of Marine Systems tann 29. november, verður víst at vøksturin hjá kúpuskel fylgir gróðrinum á Landgrunninum – jú meiri gróður, jú skjótari veksur skelin.…
Heitir skorsteinar á havsins botni
Áðrenn 20. øld varð hildið, at einki kundi liva í æviga myrka og kalda djúphavinum. Nú vita vit, at havið, djypri enn 200 metrar, er størsta búøki í heiminum. Eg…