Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2352
Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023
Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen
Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og at læra at brúka streymmátaran (SADCP) umborð á skipinum. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum.
Samandráttur
Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt og CO2) kanningunum eftir standardskurðum N, V, S og E, umframt skurð J.
Áherðsla bleiv eisini løgd á at læra at brúka streymmátaran undir skipinum (Shipborne Acoustic Doppler Current Profiler, SADCP), saman við teknikara frá Woods Hole Oceanographic Institute (WHOI).
Afturat hesum bleiv neyvur botnur (dýpi og tilfar) máldur í Norskahavinum, tøðevnismátingar á Føroyabanka, og so mátaðu vit nøgd av djóraæti í djúpum, køldum yvirflotsjógvi í Bankarennuni.



Um túrin
Vit loystu mikudagin 25/10 kl. 16, og tóku skurð N (CTD, tøðsølt og ADCP) fyrst.
Síðani sigldu vit suður á støð N12, haðani vit fylgdu skurði í ein útsynning, har nógv mátiútgerð skal setast út komandi ár (august 2024 til august 2025). Vit tóku botnmátingar her við ekkoloddinum (EK80), og tveir CTD-profilar fyri at rokna ljóðferðina í sjónum, sum síðani verður brúkt til at betra um neyvleikan á botndata. Hesi data verða brúkt til at fyrireika útleggingarnar komandi ár.
Síðani sigldu vit suður á nýggja skurðin J, hvørs endamál er at eftirkanna, um strála av vesturvendum yvirflotssjógvi finst undir heita Atlantssjónum. Streymmátarin vísti slíkan djúpan “jet”, men fleiri mátingar mugu til fyri at staðfesta, hvussu støðufastur hesin streymur er. Vit skiftu telduútgerðina til SADCPara (frá VmDAS til UHDAS). Fóru inn á Sørvág at skifta skipara.
Leygarmorgunin (28/10) byrjaðu vit skurð V og royndi eisini ein multiglúp miðskeiðis í Bankarennuni. Hesin savnar djóraæti í fimm valdum løgum, í tí kalda yvirflotsjónum, í heitara Atlanssjónum og í blandingsløgum millum hesi ymsu sløg av sjógvi. Skurður V bleiv tikin heilt út á Føroyabanka, har vit eisini gjørdu mátingar av tøðevnum á tveimum teimum vestastu støðunum (V09 og V10). Hetta er fyrstu ferð, at slíkar mátingar eru gjørdar á Bankanum á standard hydrografitúri.
Sum nakað nýtt fóru vit norður av Bankanum og fylgdu streyminum av djúpum yvirflotsjógvi út úr Bankarennuni, har ADCP-mátingarnar vórðu brúktar sum vegleiðing. Miðskeiðis eftir djúpu stráluni tóku vit tríggjar profilar við multinetinum vestur úr munnanum á Bankarennuni.
Sunnudagin 29/10 sigldu vit suður gjøgnum Bankarennuna (gjøgnum tær fýra støðirnar har multiglúpur varð tikin) og suður um Munkagrunnin við SADCPara og ekkoloddi tendraðum. Nýggju dataini frá hesi siglirás stuðla undir eldri mátingum sum indikera, at yvirflotsjógvur rennur við nógvari ferð í dýpinum sunnan fyri Munkagrunnin á síni leið móti Bankarennuni.
Vit byrjaðu skurð S á støð S04 og tóku hann suður á støð S14. Vegna tíðartrot endaðu vit skurðin á eini støð, sum lá nakað norðari enn standardstøð S15. Hóast vit høvdu væntað at síggja djúpa suðurvenda streymin, nevndur Faroe-Shetland Channel Jet (FSCJ), so var hesin ikki sjónskur í streymmátingunum.
Síðani varð siglt norður á eystara enda á skurði E, og týsdagin 31/10 bleiv hesin tikin í fullari longd móti Føroyum.
Prøvar vórðu eisini tiknir at máta tøðsølt og CO2 á ásettum støðum á skurðunum N, V, og E.
Vit vóru á Havnini aftur mikumorgun 1. november kl 8.
Prøvatøka
Prøvatøka / Data | Yvirlit |
---|---|
Ávegis dátusavnari (Ferrybox) | Vatnskorpa 8/6 til 13/6 |
CTD støðir | 73 støðir (68 standardstøðir á skurðunum N, J, V, S og E + tríggjar eyka støðir í Bankarennuni og tvær eyka støðir norðanfyri) |
CO2, tøðsølt og plankton | Á skurðunum N, V og E |
Saltprøvar | Á flestu CTD-støðum í stabilum sjógvi |
Multiglúpur | Fýra støðir í og vestur úr Bankarennuni |
Streymmátari (SADCP) | Eftir allari siglirásini |
Ekkolodd (EK80) | Tað mesta av siglirásini |
Neyvt skap á botninum (Multibeam) | Á útvaldum strekkjum |
Tilfar í botninum (Topas) | Á útvaldum strekkjum |
Reiðskapur
Seabird-CTD við rosettu, ekkoloddini á skipinum, streymmátari undir skipinum, multiglúpur.
Viðmerkingar
Saltprøvarnir verða analyseraðir á heysti 2023.
Fólk við frá Havstovuni
Hjálmar Hátún (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen
Eilif Gaard
Leon Smith
Fólk við frá øðrum landi
Frank Bahr, Woods Hole Oceanographic Institute (WHOI)
Túrfrágreiðingar
Standard hydrografi – Streymmátara út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja ein streymátara (ADCP) út. Endamálið við […]
Fjarðakanning
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentkanningar, og í øðrum lagi at kanna samskifti […]
Standard hydrografi – Streymmátarar út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja […]
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Tveir djúpir havstreymar undan kavi
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…
Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot
Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísakalt yvirflot. Í nýggjari grein vísa vit, at…
Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Subpolari meldurin sunnan fyri Ísland og Grønland er ein…