Standard hydrografi
Jákup Sverri, túrur nr. 2352
Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023
Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen
Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar og at læra at brúka streymmátaran (SADCP) umborð á skipinum. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum.
Samandráttur
Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin var partur av teimum regluligu hydrografisku (hiti, salt, oksygen, tøðsølt og CO2) kanningunum eftir standardskurðum N, V, S og E, umframt skurð J.
Áherðsla bleiv eisini løgd á at læra at brúka streymmátaran undir skipinum (Shipborne Acoustic Doppler Current Profiler, SADCP), saman við teknikara frá Woods Hole Oceanographic Institute (WHOI).
Afturat hesum bleiv neyvur botnur (dýpi og tilfar) máldur í Norskahavinum, tøðevnismátingar á Føroyabanka, og so mátaðu vit nøgd av djóraæti í djúpum, køldum yvirflotsjógvi í Bankarennuni.



Um túrin
Vit loystu mikudagin 25/10 kl. 16, og tóku skurð N (CTD, tøðsølt og ADCP) fyrst.
Síðani sigldu vit suður á støð N12, haðani vit fylgdu skurði í ein útsynning, har nógv mátiútgerð skal setast út komandi ár (august 2024 til august 2025). Vit tóku botnmátingar her við ekkoloddinum (EK80), og tveir CTD-profilar fyri at rokna ljóðferðina í sjónum, sum síðani verður brúkt til at betra um neyvleikan á botndata. Hesi data verða brúkt til at fyrireika útleggingarnar komandi ár.
Síðani sigldu vit suður á nýggja skurðin J, hvørs endamál er at eftirkanna, um strála av vesturvendum yvirflotssjógvi finst undir heita Atlantssjónum. Streymmátarin vísti slíkan djúpan “jet”, men fleiri mátingar mugu til fyri at staðfesta, hvussu støðufastur hesin streymur er. Vit skiftu telduútgerðina til SADCPara (frá VmDAS til UHDAS). Fóru inn á Sørvág at skifta skipara.
Leygarmorgunin (28/10) byrjaðu vit skurð V og royndi eisini ein multiglúp miðskeiðis í Bankarennuni. Hesin savnar djóraæti í fimm valdum løgum, í tí kalda yvirflotsjónum, í heitara Atlanssjónum og í blandingsløgum millum hesi ymsu sløg av sjógvi. Skurður V bleiv tikin heilt út á Føroyabanka, har vit eisini gjørdu mátingar av tøðevnum á tveimum teimum vestastu støðunum (V09 og V10). Hetta er fyrstu ferð, at slíkar mátingar eru gjørdar á Bankanum á standard hydrografitúri.
Sum nakað nýtt fóru vit norður av Bankanum og fylgdu streyminum av djúpum yvirflotsjógvi út úr Bankarennuni, har ADCP-mátingarnar vórðu brúktar sum vegleiðing. Miðskeiðis eftir djúpu stráluni tóku vit tríggjar profilar við multinetinum vestur úr munnanum á Bankarennuni.
Sunnudagin 29/10 sigldu vit suður gjøgnum Bankarennuna (gjøgnum tær fýra støðirnar har multiglúpur varð tikin) og suður um Munkagrunnin við SADCPara og ekkoloddi tendraðum. Nýggju dataini frá hesi siglirás stuðla undir eldri mátingum sum indikera, at yvirflotsjógvur rennur við nógvari ferð í dýpinum sunnan fyri Munkagrunnin á síni leið móti Bankarennuni.
Vit byrjaðu skurð S á støð S04 og tóku hann suður á støð S14. Vegna tíðartrot endaðu vit skurðin á eini støð, sum lá nakað norðari enn standardstøð S15. Hóast vit høvdu væntað at síggja djúpa suðurvenda streymin, nevndur Faroe-Shetland Channel Jet (FSCJ), so var hesin ikki sjónskur í streymmátingunum.
Síðani varð siglt norður á eystara enda á skurði E, og týsdagin 31/10 bleiv hesin tikin í fullari longd móti Føroyum.
Prøvar vórðu eisini tiknir at máta tøðsølt og CO2 á ásettum støðum á skurðunum N, V, og E.
Vit vóru á Havnini aftur mikumorgun 1. november kl 8.
Prøvatøka
Prøvatøka / Data | Yvirlit |
---|---|
Ávegis dátusavnari (Ferrybox) | Vatnskorpa 8/6 til 13/6 |
CTD støðir | 73 støðir (68 standardstøðir á skurðunum N, J, V, S og E + tríggjar eyka støðir í Bankarennuni og tvær eyka støðir norðanfyri) |
CO2, tøðsølt og plankton | Á skurðunum N, V og E |
Saltprøvar | Á flestu CTD-støðum í stabilum sjógvi |
Multiglúpur | Fýra støðir í og vestur úr Bankarennuni |
Streymmátari (SADCP) | Eftir allari siglirásini |
Ekkolodd (EK80) | Tað mesta av siglirásini |
Neyvt skap á botninum (Multibeam) | Á útvaldum strekkjum |
Tilfar í botninum (Topas) | Á útvaldum strekkjum |
Reiðskapur
Seabird-CTD við rosettu, ekkoloddini á skipinum, streymmátari undir skipinum, multiglúpur.
Viðmerkingar
Saltprøvarnir verða analyseraðir á heysti 2023.
Fólk við frá Havstovuni
Hjálmar Hátún (kanningarleiðari)
Regin Kristiansen
Eilif Gaard
Leon Smith
Fólk við frá øðrum landi
Frank Bahr, Woods Hole Oceanographic Institute (WHOI)
Túrfrágreiðingar
Hydrografi – streymmátarar út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2528 Tíðarskeið: 4-11/6 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: At leggja fimm streymmmátarar út, har av eina streymmátararammu. Harumframt at fylgja við broytingunum í […]
Hydrografi – streymmátarar upp
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2524 Tíðarskeið: 14-21/5 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at taka fýra streymmátarar upp og at fylgja við broytingunum í […]
Standard hydrografi – Streymmátara út
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar, og at leggja ein streymátara (ADCP) út. Endamálið við […]
Viðkomandi tíðindi
Heitt vár á Landgrunninum
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin…
Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni
Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tiknir upp, og tá ymiskt eftirlit er gjørt, verða…
Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri
Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen, stjóri, verið á Seglhúsloftinum, har fleiri skúlaflokkar úr Tvøroyrar skúla…
Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út.…