Vísindavøkan 2018
Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin fyri vitjandi. Og vit gleðast um, at nógv tóku av møguleikanum. Barnagarðsbørn, skúlaflokkar og einstaklingar komu at forvitnast um skipið og arbeiðið umborð. Fyri yngra fólkið tyktist tað at vera fyrstu ferð, tey høvdu verið umborð á fiskiskipi, so fyri hesi hevur hetta óivað verið ein serlig uppliving.
Umborð á Magnusi Heinasyni kundu fólk vitja á ymiskum støðum og fáa at vita um arbeiðið, sum ymsu deildirnar á Havstovuni gera, og eisini hvussu arbeiðsgongdin er umborð. Á bryggjuni og í vátlaboratoriinum greiddi Umhvørvisdeildin frá um sínar kanningar, og man kundi síggja til dømis CTD-tólið, sum verður brúkt til at máta dýpi og hita, og glúpin, sum verður brúktur til ætikanningar. Á brúnni varð millum annað greitt frá um nýggja havrannsóknarskipið, sum nú er í gerð í Litava. Niðri undir í messuni bar til at fáa sær ein kaffimunn og smákøku, og á fabrikkini stóðu fólk frá Uppsjóvar- og Botnfiskadeildini og greiddu frá, hvussu fiskar verða mátaðir og kannaðir umborð, hvussu nytrur verða tiknar, og eisini hvussu aldurslesing av nytrum verður gjørd.
Enn einaferð var ”fiskaborðið”, sum í ár stóð í einum tjaldi á bryggjuni, ein stór ”success”, har bæði stór og smá kundu síggja eitt stórt úrval av fiskum, sum Magnus Heinason hevði fingið á yvirlitstrolingini á djúpum vatni í september í ár.
Umframt tað, sum var á skránni umborð og á keikantinum, høvdu nakrir av okkara granskarum framløgur inni í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har meginparturin av Vísindavøkuni annars var.
Øll tiltøkini vóru væl vitjað og vit meta, at okkurt um 500-600 vitjandi vóru umborð. Vit takka øllum somlum fyri vitjanina!
Viðkomandi tíðindi
-

ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gulllaksi og longu í 2027
Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi fyrr í mánaðinum nýggjastu ráðgevingina fyri veiðu av gulllaksi, longu, blálongu, kongafiski og svartkalva í 2027. Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum,…
-

Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum
Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stendst serliga av ungu…
-

Hvussu eru føroyskir firðir broyttir seinastu 100 árini?
Hevur tú lagt til merkis broytingar í einum firði ella sundi, ella einari vík ella vág? Nú hevur tú møguleika at lata tína vitan verða partur av einari nýggjari og…
-

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti
Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), sum Havstovan luttók í, saman við Danmarks Tekniske Universitet…