
Vísindavøkan 2018
Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin fyri vitjandi. Og vit gleðast um, at nógv tóku av møguleikanum. Barnagarðsbørn, skúlaflokkar og einstaklingar komu at forvitnast um skipið og arbeiðið umborð. Fyri yngra fólkið tyktist tað at vera fyrstu ferð, tey høvdu verið umborð á fiskiskipi, so fyri hesi hevur hetta óivað verið ein serlig uppliving.
Umborð á Magnusi Heinasyni kundu fólk vitja á ymiskum støðum og fáa at vita um arbeiðið, sum ymsu deildirnar á Havstovuni gera, og eisini hvussu arbeiðsgongdin er umborð. Á bryggjuni og í vátlaboratoriinum greiddi Umhvørvisdeildin frá um sínar kanningar, og man kundi síggja til dømis CTD-tólið, sum verður brúkt til at máta dýpi og hita, og glúpin, sum verður brúktur til ætikanningar. Á brúnni varð millum annað greitt frá um nýggja havrannsóknarskipið, sum nú er í gerð í Litava. Niðri undir í messuni bar til at fáa sær ein kaffimunn og smákøku, og á fabrikkini stóðu fólk frá Uppsjóvar- og Botnfiskadeildini og greiddu frá, hvussu fiskar verða mátaðir og kannaðir umborð, hvussu nytrur verða tiknar, og eisini hvussu aldurslesing av nytrum verður gjørd.
Enn einaferð var ”fiskaborðið”, sum í ár stóð í einum tjaldi á bryggjuni, ein stór ”success”, har bæði stór og smá kundu síggja eitt stórt úrval av fiskum, sum Magnus Heinason hevði fingið á yvirlitstrolingini á djúpum vatni í september í ár.
Umframt tað, sum var á skránni umborð og á keikantinum, høvdu nakrir av okkara granskarum framløgur inni í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har meginparturin av Vísindavøkuni annars var.
Øll tiltøkini vóru væl vitjað og vit meta, at okkurt um 500-600 vitjandi vóru umborð. Vit takka øllum somlum fyri vitjanina!
Viðkomandi tíðindi

Framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 92 hál á ein tíma vóru tikin. Nøgdin av toski var eitt vet størri enn í fjør, men framvegis…

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á…

Fólk og Fuglar í Klaksvík á Grækarismessu
Afturvendandi tiltakið “Fólk og Fuglar”, sum Umhvørvisstovan, Havstovan og Tjóðsavnið skipa fyri, verður hesaferð í Klaksvík. Evnið er: Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjar broytingar síggjast í stovnunum?…

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har…









