{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Vísindavøkan 2018

Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin fyri vitjandi. Og vit gleðast um, at nógv tóku av møguleikanum. Barnagarðsbørn, skúlaflokkar og einstaklingar komu at forvitnast um skipið og arbeiðið umborð. Fyri yngra fólkið tyktist tað at vera fyrstu ferð, tey høvdu verið umborð á fiskiskipi, so fyri hesi hevur hetta óivað verið ein serlig uppliving.

Umborð á Magnusi Heinasyni kundu fólk vitja á ymiskum støðum og fáa at vita um arbeiðið, sum ymsu deildirnar á Havstovuni gera, og eisini hvussu arbeiðsgongdin er umborð. Á bryggjuni og í vátlaboratoriinum greiddi Umhvørvisdeildin frá um sínar kanningar, og man kundi síggja til dømis CTD-tólið, sum verður brúkt til at máta dýpi og hita, og glúpin, sum verður brúktur til ætikanningar. Á brúnni varð millum annað greitt frá um nýggja havrannsóknarskipið, sum nú er í gerð í Litava. Niðri undir í messuni bar til at fáa sær ein kaffimunn og smákøku, og á fabrikkini stóðu fólk frá Uppsjóvar- og Botnfiskadeildini og greiddu frá, hvussu fiskar verða mátaðir og kannaðir umborð, hvussu nytrur verða tiknar, og eisini hvussu aldurslesing av nytrum verður gjørd.

Enn einaferð var ”fiskaborðið”, sum í ár stóð í einum tjaldi á bryggjuni, ein stór ”success”, har bæði stór og smá kundu síggja eitt stórt úrval av fiskum, sum Magnus Heinason hevði fingið á yvirlitstrolingini á djúpum vatni í september í ár.

Umframt tað, sum var á skránni umborð og á keikantinum, høvdu nakrir av okkara granskarum framløgur inni í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, har meginparturin av Vísindavøkuni annars var.

Øll tiltøkini vóru væl vitjað og vit meta, at okkurt um 500-600 vitjandi vóru umborð. Vit takka øllum somlum fyri vitjanina!

Viðkomandi tíðindi

  • Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr

    Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki ella merktan fisk inn farna

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá

    Les meira

  • Drigið verður mánadagin

    Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í dráttinum hesaferð, eru komin Havstovuni í hendi

    Les meira

  • Framtíðin hjá mati úr sjónum

    Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið  var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

    Les meira