{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma. Tað var sera lítið at fáa av toski og eisini lítið at fáa av longu og tungu í mun til onnur ár. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu. Nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stóra kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár. Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild, men toskur og hýsa vóru kortini rímiliga væl í holdum. Túrfrágreiðing sæst her.

Rannsóknarskipið gjørdi eisini 29 hál á Føroyabanka, sum er eitt øki suður-vestur úr Føroyum og sum var friðað fyri mest sum alla vinnuliga veiðu frá 2008 til 2021. Har var støðan heilt øðrvísi enn á føroyska landgrunninum. Tað var nógv meira at fáa av toski í mun til onnur ár, soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Hetta var mest sera stórur toskur, tó at einstakir smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði. Magakanningarnar vístu, at tað var nakað til av nebbasild. Toskurin og stóra hýsan vóru rak í mun til onnur ár. Hetta er helst orsøkin til, at meira toskur kemur á línuna nú enn árini frammanundan. Túrfrágreiðing sæst her.

Tilmæli um fiskskap á landgrunninum og Føroyabanka verður latið landsstýrismanninum, tá stovnsmetingarnar eru lidnar í november/desember.

Viðkomandi tíðindi

  • Vitan um Føroyabanka løgd fram

    Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

    Les meira

  • Landgrunnurin met heitur í 2025

    Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu

    Les meira

  • Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

    Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka. Tiltakið verður: Á Hotel Brandan5. februar – kl.

    Les meira

  • Tilmæli 2026

    Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskidagatalið hjá Bólki 2 (trolarar) minkar við

    Les meira