{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Heystyvirlitstroling – Føroyabanki

Jákup Sverri, túrur nr. 2344

Tíðarskeið: 6/9-12/9 2023

Ábyrgd: Petur Steingrund

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið skal lýsa nøgdirnar av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Magakanningar vóru eisini gjørdar umframt at sjóvarhitin í trolinum var skrásettur.

Samandráttur

Hetta var árliga heystyvirlitstrolingin á Føroyabanka, har tilsamans 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var meira at fáa av toski í mun til onnur ár soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996 (Mynd 1). Hetta var mest sera stórur toskur tó at smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði. Nøgdin av upsa hevur verið lítil í nógv ár. Magakanningarnar vístu, at toskur át ein blanding av nebbasild og krabbadýrum. Hýsan át ormastjørnur, ormar og viðhvørt nebbasild. Sjóvarhitin lá um 9-11 oC. Tiknar vóru CTD-støðir og eisini vóru kanningar gjørdar av umhvørvis-DNA (e-DNA).

Mynd 1. Myndin vísir nøgd (kg pr. støð) av úrvaldum fiskasløgum í heystyvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum. Hvør støð vardi 60 minuttir.

Talva 1. Veiða í kg, nytrur og magar á túri 2344, har 29 hál á ein tíma vóru tikin

FISKASLAGKGNYTRURMAGAR
Hýsa25992,23041375
TOSKUR12027,98040446
KNURRHANI3150,928
SVARTKJAFTUR2143,630
GULLLAKSUR1633,274
HAVMÚS1007,777
HVALSPÝGGJ800,728
MATHØGGUSLOKKUR363,704
GLÝSUFISKUR245,521
UPSI231,3703310
LONGA158,08527
HAVTASKA112,39542
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR107,390
HVÍTINGUR82,204
GAMAL FISKUR78,053
SILVURMURTUR43,076
LÍTLI KONGAFISKUR42,512
HVÍTINGSBRÓÐIR19,090
NAGLASKØTA17,390
SKØTA(BATIS)17,250
AGNHØGGUSLOKKUR15,543
HAVÁLLUR12,600
TUNGA11,461
NEBBASKØTA8,725
STÓRI KONGAFISKUR7,850
HEKSAKRABBI7,267
IGULKER PURPUR6,677
IGULKER ECHINIDAE6,623
STREYMSILD6,484
HVASSHVOYSA6,191
SJÓNOTA4,773
SANDSPRØKA (LL)4,717
NJARÐARVØTTUR3,716
LÍTLABROSMA2,940
SVARTFISKUR0,955
ROSSAMAKRELUR0,480
VØRPUSKEL0,195
SKRAMBUL0,161
NEBBASILD0,071
KROSSFISKUR ASTERIIDAE0,017
GÁGGUKRABBI (P. BERNHARDUS)0,011
TILSAMANS48382,05881133

Um túrin

Túrurin byrjaði mikukvøldið 7/9 kl. 19 og vit byrjaðu at taka støðir hósmorgunin, tí trolað varð bert um dagin. Tað var liðugt at taka tær 29 fiskistøðirnar týsdagin 12/9. Vit landaðu mikumorgunin 13/9 í Tórshavn. Veðrið var sera gott allan túrin.

Prøvatøka

Veiðan varð viðgjørd sambært kanningarætlanini og Sýnishondbókini. Yvirlit yvir veiðu, nytrur og magar (Talva 1) er víst niðanfyri. Búningarstigini til botnfisk (bústig 1-7, talva 4.4.1 í Sýnishondbókini) vóru brúkt fyri øll fiskasløg, undantikið gulllaks (bústig 1-7, egin) og kongafisk (bústig 1-4, talva 4.4.3).

Reiðskapur                   

Stjørnutrol við 40 mm meskum í posanum. Rockhopper grunnur (24-24in), Seahunter Vágslemmar (6.5m2; 2.250 kg), 60 m breitlar, Ekkolod EK80 (18, 38, 20, 120, 200 og 300 kHz), SIMRADTV80 sensorar á fiskilínuni og lemmunum. Starmon-Oddi temperatur og dýpdarmátarar festir í stálslíra á høvuðslínuni.

Viðmerkingar               

Viðmerkingar (smálutir av ymsum slagi) til túrin eru skrivaðar í imp-útskriftirnar og í tekstdokument.

Fólk við frá Havstovuni

Petur Steingrund, Regin Kristiansen, Poul Vestergaard, Ian Salter og Marit Pedersen. Ian Salter hevði tvey fólk við í samband við kanningar av e-DNA. Tvey fólk frá Umhvørvisstovuni gjørdu eisini dýpdarkanningar av botninum.

Túrfrágreiðingar

  • Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2430 og 2432 Tíðarskeið: 3-26/8 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í […]

    Les meira

  • Yngul- og ætikanning

    Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt […]

    Les meira

  • Váryvirlitstroling – Føroyabanki

    Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2410 Tíðarskeið: 13-17/3 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av […]

    Les meira

Viðkomandi tíðindi

  • Meir av toski og nógv av hýsu

    Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nøgdin er tó enn væl undir…

    Les meira

  • Minni av toskayngli í ár

    Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…

    Les meira

  • Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

    Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi…

    Les meira

  • Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

    Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar í ár, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar…

    Les meira