{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tvey nýggj fiskasløg funnin í føroyskum sjógvi

Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum: Chiasmodon niger og Scopelogadus beanii, sí myndir niðanfyri.

Chiasmodon niger (á donskum “slukhalsfisk”, á enskum “Black swallower”), 115 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 900 metra dýpi millum Føroyabanka og Bill Baileybanka.

Scopelogadus beanii (á donskum “Beans kogleskælfisk”, á enskum “Beans bigscale”), er 96 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 800 metra dýpi norðan fyri Bill Baileybanka.

Hetta er fjórða árið á rað, at tílík kanning verður gjørd. Endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg er skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og magar kannaðir. Haraftrat eru nytrur tiknar til nærri greiningar.


Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu og svartkalva nærum óbroytt, meðan nøgdin av blálongu, gulllaksi, stinglaksi, langasporli og trantkongafiski er nakað minni.


Frágreiðingin frá túrinum sæst við at trýsta her.

Viðkomandi tíðindi

  • Prikkafiskur

    Endamálið við verkætlanini var at kanna lívfrøði hjá prikkafiski, har serligur dentur var lagdur á at meta um nøgdina í føroyskum sjógvi, og nær, hvar og hvussu prikkafiskur kann fiskast…

    Les meira

  • Prikkafiskur

    Russisk skip hava boðað frá vaksandi hjáveiðu av ansjósum í fiskiskapinum eftir svartkjafti undir Føroyum í árunum 2000 til og við 2002. Nærri kanningar vístu, at talan ikki var um…

    Les meira