{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Tvey nýggj fiskasløg funnin í føroyskum sjógvi

Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum: Chiasmodon niger og Scopelogadus beanii, sí myndir niðanfyri.

Chiasmodon niger (á donskum “slukhalsfisk”, á enskum “Black swallower”), 115 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 900 metra dýpi millum Føroyabanka og Bill Baileybanka.

Scopelogadus beanii (á donskum “Beans kogleskælfisk”, á enskum “Beans bigscale”), er 96 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 800 metra dýpi norðan fyri Bill Baileybanka.

Hetta er fjórða árið á rað, at tílík kanning verður gjørd. Endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg er skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og magar kannaðir. Haraftrat eru nytrur tiknar til nærri greiningar.


Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu og svartkalva nærum óbroytt, meðan nøgdin av blálongu, gulllaksi, stinglaksi, langasporli og trantkongafiski er nakað minni.


Frágreiðingin frá túrinum sæst við at trýsta her.

Viðkomandi tíðindi

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • Parins dukatfiskur og tunnufiskur – tvey nýggj fiskasløg skrásett

    Í vár vórðu tvey nýggj fiskasløg skrásett afturat í føroyskumsjógvi. Annar av forkunnugu fiskunum varð fingin í trolinum hjá Suðringi, hin umborð á Magnusi Heinasyni. Báðir fiskarnir eru mesopelagisikir fiskar,…

    Les meira

  • Tvey afturat!

    Tvey nýggj fiskasløg, Scopelogadus beanii og Pseudoscopelus altipinnus, vórðu fingin á rannsóknartúri hjá Magnusi Heinasyni á djúpum vatni í september 2017. Hetta er úr Sjóvarmál 2018, les víðari her. Viðkomandi…

    Les meira

  • Nýtt fiskaslag skrásett við Føroyar

    Ein sjálsamur fiskur, Melanonus zugmayeri, varð fingin á rannsóknartúri á djúpum vatni við Magnusi Heinasyni í september 2016. Hetta er úr Sjóvarmál 2017, les víðari her. Viðkomandi tíðindi

    Les meira