Tvey nýggj fiskasløg funnin í føroyskum sjógvi
Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum: Chiasmodon niger og Scopelogadus beanii, sí myndir niðanfyri.
Chiasmodon niger (á donskum “slukhalsfisk”, á enskum “Black swallower”), 115 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 900 metra dýpi millum Føroyabanka og Bill Baileybanka.
Scopelogadus beanii (á donskum “Beans kogleskælfisk”, á enskum “Beans bigscale”), er 96 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 800 metra dýpi norðan fyri Bill Baileybanka.
Hetta er fjórða árið á rað, at tílík kanning verður gjørd. Endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg er skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og magar kannaðir. Haraftrat eru nytrur tiknar til nærri greiningar.
Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu og svartkalva nærum óbroytt, meðan nøgdin av blálongu, gulllaksi, stinglaksi, langasporli og trantkongafiski er nakað minni.
Frágreiðingin frá túrinum sæst við at trýsta her.
Viðkomandi tíðindi
Havtaska ferðast millum gýtingarøki og føðiøki
Ljós og dagslongd avgera, nær havtaskan byrjar at ferðast til gýtingarøki á djúpum vatni um heystið og til grynri føðiøki um várið. Hetta er úr Sjóvarmál 2013, les víðari her.…
Norsk havtaska fiskað við Føroyar
Góð 4 ár eftir at ein „norsk“ havtaska varð merkt á einum firði í Vesturnoregi, endaði hon í einum garni norðan fyri Føroyar. Ein teinur upp á 400 fjórðingar. Hetta…
Tvey nýggj fiskasløg
Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki hava verið sædd í føroyskum sjógvi áður. Tá ið umstøðurnar eru so hepnar, at Havstovan fær hendur á slíkum fiskasløgum,…
Havtaska ferðast helst við havstreyminum
Eftir útsjóndini at døma, ímynda vit okkum helst, at havtaska stórt sæð liggur still á botni og bíðar eftir at ein „góður biti“ skal svimja fram við. Men afturfingin goymslumerkir…