Toskurin á Føroyabanka er møguliga í ferð við at koma fyri seg aftur
Yvirlitstrolingin á Føroya Banka, sum verður gjørd á hvørjum heysti, gevur ábendingar um, at meira er av toski.
Jákup Sverri hevur júst gjørt árligu heystyvirlitstrolingina á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vóru gjørd.
Tað var væl meira at fáa av toski enn undanfarin ár og var hetta toskur í øllum støddum. Hetta samsvarar við úrslitini frá yvirlitstrolingini um várið, har meira hevur verið at fingið av toski síðan 2020. Sostatt eru tekin um, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur eftir, at toskastovnurin fór niður í nærum einki í 2006.
Friðing varð sett í verk í 2008, og hýsan kom fyri seg í 2017. Eisini øktist nøgdin av longu og havtasku nógv um hetta mundið, men lítið var at fáa av toski, bæði í yvirlitstrolingunum og í royndarveiðu við línu.
Hugsanir hava verið frammi um, at toskurin ikki tolir so væl øktan sjóvarhita og at hetta var orsøkin til, at hann ikki kom fyri seg eins og onnur fiskasløg, havandi í huga, at sjógvurin er serstakliga heitur á Føroyabanka. Um hetta er rætt, eru framtíðarútlitini fyri tosk á Føroyabanka døpur.
Yvirlitstrolingin hesa seinastu vikuna bendir tó á, at støðan er meira jalig, og at eitt lágt veiðitrýst er ein hóskiligur háttur at fáa toskin á Føroyabanka – og møguliga aðrar staðir við – at koma fyri seg aftur og at trívast. Yvirlitstrolingin vísti eisini, at tað framvegis er nógv til av hýsu á Føroyabanka, men at nøgdirnar av longu og havtasku møguliga eru minkaðar nakað. Nebbasild var høvuðsføðin hjá toskinum Jákup Sverri fekk í seinastu viku. Hetta er møguliga ein orsøk til, at lítið fæst av toski við línu.
Les túrfrágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…
Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?
Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyrstu árini og er longu yvir 80 cm langur…
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma. Tað var sera lítið at fáa…