
Springarin farin til stroks
Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjanesryggin, er komin í Irmingarhavið og er nú mitt ímillum Ísland og Grønland.
Hetta staðfestir eitt samband millum møguligar stovnar báðumegin Reykjanesryggin. Teinurin, springarin hevur ferðast hesa vikuna, er góðar 400 fjórðingar, ið gevur eina miðal ferð á knapt 3 míl. Hetta avdúkar, at skjórutur springari er kvikur svimjari, ið eftir stuttari tíð kann reika víða um í Norðuratlantshavi.
Hin springarin, ið enn hevur merki, ið virkar, reikar ikki líka víða. Hann er komin nakað longur suður, og hevur seinastu dagarnar ferðast á Íslandsrygginum, 90 fjórðingar úr landi. Einki samband er við hinar springararnar.
Viðkomandi tíðindi

Merkta grindin ferðast suðureftir
Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur á umleið 40 hval var

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni
Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er nú komin norður á 63 breiddarstig,

Ferðing hjá springarunum í ein mánað
Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum, og hava síðan ferðast ymsar leiðir, sí

Allir springararnir sunnanfyri
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á byrja við fyrst fór norð um Føroyar,
