
Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land og sum komandi árini fer at leita sær út á Landgrunnin, har hann gerst partur av vaksna upsastovninum. Vit vænta ikki, at nógvir merktir seiðir verða fiskaðir fyrstu tvey árini – men sum frá líður, og upsin ferðast longri út, verða teir helst fingnir í upsafiskiskapinum.
Havstovan hevur í mong ár merkt tosk á árligum túrum við rannsóknarskipi. Seinast Havstovan merkti seið burturav var í 1991, tá nakað av seiði varð merkt í Sundalagnum. Hesin upsin varð afturfingin víða um á Landgrunninum og øðrum sjóøkjum við, tey næstu átta árini.
Í vár var so avgjørt at merkja seið aftur. Hetta var gjørt í samstarvi við brøðurnar Kristin og Marius Vilhelmsen, sum kenna væl til góð seiðamið nær Syðradali á Kalsoynni. Fiskurin varð fiskaður við runddorg, koyrdur í kør við sjógvi, áðrenn hann bleiv longdarmátaður og merktur. Væl riggaði, og á fimm túrum blivu gott 1000 seiðir merktir.




Henda merking er fyrst og fremst ætlað sum fyrireiking til, hvussu seiða-/upsamerkingar við Føroyar kunnu leggjast til rættis komandi árini. Ætlanin er at merkja seið í samstarvi við onnur lond, soleiðis at vit kunnu meta um ferðingarmynstrið hjá fiskinum millum londini. Tað er áður víst, at upsi ferðast longri jo størri hann er.
Øll afturfingin fiskamerkir, sum verða latin Havstovuni, eru við í árliga lutakastinum um 12.500 kr. So fært tú ein merktan seið ella upsa komandi árini, so er at lata Havstovuni hann – so lærir Havstovan sum mest av merkiroyndini, og tú hevur møguleika at vinna í lutakasti.
Viðkomandi tíðindi

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
06.06.2025
Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið
15.11.2024
Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Drigið verður fríggjadagin
13.11.2024
Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Havstovuni fríggjadagin tann 15. november kl. 11 Fiskamerkini, sum eru við í drátt…

Freist til lutakastið um 12.500 kr
18.09.2024
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er: 1. november 2024 Sjálvt lutakastið verður 15. november 202…

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
19.12.2023
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fi…

Lutakastið verður 19. desember
14.12.2023
Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 19. desember kl. 11:00 á Havstovuni í Nóatúni 1 í Havn. Viðkomandi tíðindi Øll tíði…

Lutakast um 12.500 kr
19.10.2023
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er 24. novembur. Viðkomandi tíðindi Øll tíðindi

Merking av fiski á Føroyabanka
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur
22.12.2022
Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieotho…

Merking av laksi norðanfyri
01.09.2002
Henda kanningin er liður í eini felags norðurlendskari verkætlan at merkja laks við goymslumerkjum (Data Storage Tags, DST) fyri at kanna útbreiðslu o…