{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

MULTPELT kalibrering

Áramál
2013
Fígging
Fiskivinnuroyndir, pf Varðin í Gøtu og pf Vónin
Fólk á Havstovuni
Jan Arge Jacobsen og Leon Smith

Verkætlanin er endað!
Niðurstøða

Verkætlanin varð ætlað at kalibrera ella stilla føroyska MULTPELT-trolið, sum verður brúkt til árligu yvirlitstrolingarnar eftir makreli. Tryggjast skuldi, at trolið við rigging gongur sum tað skal sambært forskriftunum, settar av bólkinum, ið skipar fyri altjóða kanningunum eftir makreli. Hetta fyri at tryggja, at øll londini hava somu rigging og at trolini ganga eins í sjónum. Millum annað varð gap og skver (hædd og breidd) í trolinum kannað, soleiðis at nøgdin av makreli, ið fingin verður, kann roknast um til kilo pr. tíma tóvað. Hetta er eitt mát fyri nøgd av makreli í yvirlitstrolingunum. Eisini varð ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum (breidd og hædd) verða skrásettar og goymdar, meðan tóvað verður. Hetta fyri at góðskutryggja hvørt hál, soleiðis at vissa kann fáast fyri, at veiðan frá hálinum kann brúkast til stovnsmetingar av makreli.

Úrslitini frá mátingunum (sí leinkjuna niðanfyri til endaligu frágreiðingina) vístu, at føroyska MULTPELT-trolið gekk, sum ætlað. Eisini varð ein skipan gjørd, soleiðis at mátingarnar av trolinum verða skrásettar og goymdar, meðan tóvað verður. Við hesum var høvuðsendamálið við verkætlanini rokkið.