Hvat etur uppsjóvarfiskur?
Áramál
2014
Fígging
Fiskivinnugransking (FVG)
Fólk á Havstovuni
Høgni Debes, Jan Arge Jacobsen og Eydna í Homrum
Verkætlanin er endað!
Eftir at hava kannað umleið 400 magar av uppsjóvarfiski (makreli, sild og svartkjafti), hava vit ment mannagongdir, har ið "turrvekt" er nýtt heldur enn "vátvekt" fyri at fáa álítandi upplýsingar um nøgdina av føði, sum fiskurin etur. Munurin millum vátvekt og turrvekt er, at innihaldið er turkað í einum ovni áðrenn tað verður vigað. Vætan í magunum kann ofta viga meir enn sjálvt innihaldið, og tá gerast mátingarnar óneyvar. Eisini er tað av stórum týdningi, at magarnir verða kannaðir skjótast gjørligt. Grundin er at innihaldið oftani er smátt djóraæti sum tránar og forferst undir frysting. Verkætlanin vísti greitt, at úrslitini eru ymisk, alt eftir um magainnihaldið verður gjørt upp í tali ella turrvekt. Tá ið hugt verður eftir samansetingini av føði hjá sild og makreli, er djóraæti tann føðibólkur, sum er mest sjónligur í skrásettu føðini. Men tá ið hædd verður tikin fyri vektini av teimum ymisku føðibólkunum, vísir tað seg, at djóraæti verður yvirhálað av t.d. fiskarestum og amphipodum (størri krabbadjórum). Tá ið hugt verður eftir ávikavist sild og makreli, var munur at síggja millum fiskasløgini. Í makrelmagunum er størri breidd í føðisamansetingini, og serliga vóru smærri copepodar (krabbadjór) at finna í størri nøgdum í makreli enn sild. Harumframt var nøgdin av føði í makrelmagaunum í miðal størri enn í sildamagunum í sama øki.