
Prikkafiskur
Endamálið við verkætlanini var at kanna lívfrøði hjá prikkafiski, har serligur dentur var lagdur á at meta um nøgdina í føroyskum sjógvi, og nær, hvar og hvussu prikkafiskur kann fiskast í føroyskum sjógvi. Prikkafiskur er eitt felagsheiti fyri ein hóp av smærri fiskum, úr 2 upp í 18 cm til longdar, sum liva uppi í sjónum á djúpum vatni.
Hetta er úr Sjóvarmál 2005, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Parins dukatfiskur og tunnufiskur – tvey nýggj fiskasløg skrásett
Í vár vórðu tvey nýggj fiskasløg skrásett afturat í føroyskumsjógvi. Annar av forkunnugu fiskunum varð fingin í trolinum hjá Suðringi, hin umborð á Magnusi Heinasyni. Báðir fiskarnir eru mesopelagisikir fiskar,…
Tvey afturat!
Tvey nýggj fiskasløg, Scopelogadus beanii og Pseudoscopelus altipinnus, vórðu fingin á rannsóknartúri hjá Magnusi Heinasyni á djúpum vatni í september 2017. Hetta er úr Sjóvarmál 2018, les víðari her. Viðkomandi…
Nýtt fiskaslag skrásett við Føroyar
Ein sjálsamur fiskur, Melanonus zugmayeri, varð fingin á rannsóknartúri á djúpum vatni við Magnusi Heinasyni í september 2016. Hetta er úr Sjóvarmál 2017, les víðari her. Viðkomandi tíðindi
Tvey nýggj fiskasløg funnin í føroyskum sjógvi
Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett…