
Prikkafiskur
Endamálið við verkætlanini var at kanna lívfrøði hjá prikkafiski, har serligur dentur var lagdur á at meta um nøgdina í føroyskum sjógvi, og nær, hvar og hvussu prikkafiskur kann fiskast í føroyskum sjógvi. Prikkafiskur er eitt felagsheiti fyri ein hóp av smærri fiskum, úr 2 upp í 18 cm til longdar, sum liva uppi í sjónum á djúpum vatni.
Hetta er úr Sjóvarmál 2005, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum
TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghvítuhval og kjafthvítan- og skjórutan springara í Norðuratlantshavi.…
Arbeiðsfundur á Havstovuni um viðbrekin havøkir
Í byrjanini av mai hýsti Havstovan einum arbeiðsfundi um viðbrekin havøkir. Hetta var í sambandi við norðurlendsku verkætlanina NovasArc, har Føroyar, Ísland og Noreg samstarva. Seks granskarar luttóku á fundinum.…
Fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi
Í oktober í fjør útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi. Havstovan hevur leiðsluna í tveimum av verkætlanunum, nevniliga FjordProcess…
Fiskivinnugransking stuðlar verkætlanum á Havstovuni
Fríggjadagin 25. februar var árligi framløgudagurin hjá Fiskivinnugransking, har umsitarar av verkætlanunum, ið Fiskivinnugransking stuðlar, greiddu frá, hvat er komið burturúr. Fleiri verkætlanir á Havstovuni eru stuðlaðar av Fiskivinnugransking, og…