
PhD skeið um havklima og vistskipanir væleydnað
PhD-skeiðið, við heitinum “Ecologically relevant oceanographic processes in the Northeastern Atlantic” er nú lokið. Allir 14 næmingarnir stóðu royndina og hava fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. Granskarar á Havstovuni og á DTU Aqua skipaðu skeiðið í samráð við umsitingina á Setrinum. Undirvíst varð í døgunum 21. august – 1. september, og hetta fór fram í góða fundarhølinum á Vinnuháskúlanum. Tó var tveir dagar arbeitt og undirvístumborð á rannsóknarskipinum, Jákup Sverra.
Mikudagin 30. august, tá undirvíst varð í sjófugli og hvali, kom ein bólkur av springarum sum bílagdur inn á Gøtuvág. Næmingarnir lupu tí útí og sluppu at merkja springarar.
Ferðaleiðin eftir merkingina er víst her.

Skeiðið snúði seg um hvussu broytiliga havumhvørvið ávirkar vistskipanir í Norðureysturatlantshavi – alt frá plantu- og djóraæti, til nebbasild, botnfisk, uppsjóvarfisk, fugl og hval. Høvuðsendamálið var at skapa samanhald millum PhD-studentar undir granskingarskránni “Havgransking í Norðuratlantshavi” (MARiNAO), og at útvega teimum viðkomandi próvtalsstig (European Credit Transfer and Accumulation System, ECTS). MARiNAO fíggjar bert granskarar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi, og fyri økja um altjóða samstarv, vórðu granskarar og granskaralesandi úr øðrum londum eisini boðin við.

Næmingarnir komu frá universitetum í Bretlandi (Aislinn), Týsklandi (Ramona), Danmark (Costanza, Thanos og Paco frá DTU Aqua og Kung og Jonathan frá Århus Universiteti), Noregi (Taraneh), Kanada (Tahya) og Føroyum. Næmingarnir úr Føroyum eru flestu innskrivaðir á Setrinum og umboða Fiskaaling (Sandra, Heðin og Sissal), sjálvt Setrið (Marjun) og Havstovuna (Sara og Sólvá).
Samansetingin av granskarum var góð og breið, bæði geografiskt og fakliga. Og eftirmetingin vísir at næmingarnir vóru sera væl nøgdir við skeiðið. Granskingarráðið umsitir MARiNAO, sum eisini fíggjaði skeiðið.
Hjálmar Hátún (hjalmarh@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í

Vitan um Føroyabanka løgd fram
Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har

Framtíðin hjá mati úr sjónum
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic
