Opið skip umborð á Jákup Sverra á Tvøroyri
Eini 300 fólk vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra á Tvøroyri týsdagin 26. apríl. Hetta var í sambandi við umhvørvisvikuna í kommununi.
Týsdagin 26. apríl legði havrannsóknarskipið Jákup Sverri leiðina inn á Tvøroyri eftir at hava verið rannsóknartúr kring oyggjarnar. Endamálið var at geva suðuroyingum høvi at síggja skipið og stuttligt var at síggja ung og gomul vitja umborð.
Tiltakið var gjørt í samband við umhvørvisvikuna á Tvøroyri og í hesum sambandi vóru eisini fyrilestrar í kantinuni á Varðanum Pelagic. Har greiddi Eyð Eidesgaard, góðskuleiðari á Varðanum Pelagic frá framleiðsluni og sølu av uppsjóvarfiski. Jan Arge Jacobsen, granskari á Havstovuni greiddi frá um uppsjóvarfiskastovnarnar markel, sild og svartkjaft og Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni greiddi frá um havstreymar og týdningin av teimum fyri livilíkindini hjá uppsjóvarfiskastovnum og livilíkindini á Landgrunninum sum heild.
Viðkomandi tíðindi
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest…
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan…
Yngul- og ætikanningar 2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir…
Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi. Umleið sama nøgd var at fáa av…