
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Eydna í Homrum
24. august 2023
Viðkomandi tíðindi
 - ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026- Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er… 
 - Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar- Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Tá hini skipini eru liðug… 
 - Makrelgýting við Føroyar kannað- Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini eystan fyri Føroyar, og í Bankarennuni og… 
 - ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025- ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri… 



 
    