
Kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti norðan fyri Føroyar
Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti í hesum øki.

Síðani 1993 hevur Havstovan í mai á hvørjum ári kannað havfrøði og æti eftir einum sonevndum skurði norðan fyri Føroyar (‘Section N’, Mynd 1b). Greinin viðger tann norðara partin av skurðinum, har kaldur sjógvur kemur norðanífrá, við Íslandsstreyminum. Síðani 2003 eru nøgdirnar av Calanus hyperboreus, sum er tað størsta slagið av reyðæti, minkaðar niður í næstan einki (Mynd 2). Hetta slagið er fyri tað mesta í køldum sjógvi norðanfyri. Líknandi broytingar í nøgdunum av djóraæti eru eisini sæddar eystan fyri Ísland um sama mundi. Mátingar av sjónum, ið verður nevndur Modified East Icelandic Water (MEIW), sum er ein samanblanding av sjógvi úr Íslandshavinum og Norskahavinum, vísa at greitt samband er ímillum MEIW og nøgdirnar av C. hyperboreus (Mynd 2). Hetta merkir at tá minni av sjógvi rekur úr havleiðunum norðan fyri Ísland og inn í Norskahavið, er eisini minni av C. hyperboreus norðan fyri Føroyar.

Nøgdirnar av teimum vaksnu djórunum av tí minna og meira umrødda slagnum av reyðæti – Calanus finmarchicus – minkaðu eins brádliga sum C. hyperboreus. Hetta kann eisini vera orsakað av minkandi nøgdini av MEIW, men tað er torførari at staðfesta, av tí at C. finmarchicus eisini er í stórum nøgdum í Norskahavinum.
Tær umrøddu broytingarnar kunnu hava stóra ávirkan á útbreiðsluna av norðhavssild.
Vísindaliga greinin, sum ber heitið “Decreased influx of Calanus spp. into the south-western Norwegian Sea since 2003”, er almannakunngjørd í tíðarritinum Deep Sea Research I.
Inga Kristiansen (ingak@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og…
Norðurlendskur fundur um plantuæti
Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havstovan skipaðu fyri fundinum, har 36 luttakarar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra,…