
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum.
Tvær boyur skuldu eisini takast upp í Bankarennuni, men í fyrstu atløgu var nakað av aldu og mjørka á staðnum. Roynt varð aftur dagin eftir og tá gekk betur – sýnið var betri og aldan slætnað, og sostatt fingu vit báðar boyurnar upp í øllum góðum. Ætlanin var eisini at fara út á Íslandsryggin eftir eini boyu mitt á Rygginum og eini rammu nakað vestarlaga í íslendskum sjógvi, men veður- og alduforsøgnin fyri hetta økið var heldur vánalig, og tískil var tann ætlanin slept. Ístaðin blivu fýra hydrografiskir skurðir tiknir – tveir vestanfyri og tveir í Hetlandsrennuni. Í Hetlandsrennuni vístu mátingarnar, at aftur í ár er nógvur Eysturíslandssjógvur í rennuni, og nakað av gróðri var eisini útiá. Á einum skurði, sum gongur norðan fyri Skeivabanka, vístu mátingarnar, at nógvur gróður var uttarlaga á Landgrunninum, meðan minni var at síggja longur inni. Í tí eina glúpinum útiá vóru fleiri yngul í glúpinum og tað er heldur sjáldsamt. Hvalspýggjurnar, sum fyrr í mai vóru at síggja norðanfyri, tyktust nú at vera um allan Landgrunnin, men neyvari kanningar mugu gerast at staðfesta, um hetta var so.
Streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í aðru viku fer Jákup Sverri nýggjan hydrografitúr, har streymmátararnir verða lagdir út aftur, eins og nýggj roynd verður gjørd at taka mátararnar á Íslandsrygginum upp. Fyribils úrslit frá hesum fyrra túrinum eru at síggja í túrfrágreiðingini her.
Viðkomandi tíðindi

Heitt vár á Landgrunninum
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin…

Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni
Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tiknir upp, og tá ymiskt eftirlit er gjørt, verða…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
