
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum.
Tvær boyur skuldu eisini takast upp í Bankarennuni, men í fyrstu atløgu var nakað av aldu og mjørka á staðnum. Roynt varð aftur dagin eftir og tá gekk betur – sýnið var betri og aldan slætnað, og sostatt fingu vit báðar boyurnar upp í øllum góðum. Ætlanin var eisini at fara út á Íslandsryggin eftir eini boyu mitt á Rygginum og eini rammu nakað vestarlaga í íslendskum sjógvi, men veður- og alduforsøgnin fyri hetta økið var heldur vánalig, og tískil var tann ætlanin slept. Ístaðin blivu fýra hydrografiskir skurðir tiknir – tveir vestanfyri og tveir í Hetlandsrennuni. Í Hetlandsrennuni vístu mátingarnar, at aftur í ár er nógvur Eysturíslandssjógvur í rennuni, og nakað av gróðri var eisini útiá. Á einum skurði, sum gongur norðan fyri Skeivabanka, vístu mátingarnar, at nógvur gróður var uttarlaga á Landgrunninum, meðan minni var at síggja longur inni. Í tí eina glúpinum útiá vóru fleiri yngul í glúpinum og tað er heldur sjáldsamt. Hvalspýggjurnar, sum fyrr í mai vóru at síggja norðanfyri, tyktust nú at vera um allan Landgrunnin, men neyvari kanningar mugu gerast at staðfesta, um hetta var so.
Streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í aðru viku fer Jákup Sverri nýggjan hydrografitúr, har streymmátararnir verða lagdir út aftur, eins og nýggj roynd verður gjørd at taka mátararnar á Íslandsrygginum upp. Fyribils úrslit frá hesum fyrra túrinum eru at síggja í túrfrágreiðingini her.
Viðkomandi tíðindi

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør og 0.2°C heitari enn í 2003,…

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur doktari á Havstovuni, luttók við eini framløgu um, at stødd…

Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn…
