
Jákup Sverri farin á fyrsta túrin í 2023
Í síðstu viku fór Jákup Sverri á ársins fyrsta rannsóknartúr eftir sigliætlanini fyri 2023, sum í alt telur 24 kanningartúrar fyri Havstovuna umframt leigutúrar.
Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum. Hósdagin í farnu viku gjørdi Jákup Sverri harafturat kanningar í Tangafirði og Kaldbaksfirði, sum hava til endamáls betri at skilja sambandið millum firðir/sund og Landgrunnin annars. Hesar kanningar eru partur av verkætlanini Firðir og Sund (FjordProcess), sum er fíggjað av granskingarskránni um havgransking í Norðuratlantshavi hjá Granskingarráðnum.
Hetta er triðja árið at Jákup Sverri ger kanningar og øll sigliætlanin hjá Jákup Sverra í 2023 sæst her.
Viðkomandi tíðindi

Stuttur túrur á Bankanum
Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar. Mest varð fingið av hýsu (Mynd 1), og var meginparturin

Bacheloruppgáva nýggjur granskingarpallur
Jákup Jógvansson Clementsen, sum lesur verkfrøði, vendi sær til Havstovuna í fjør at vita, um Havstovan hevði onkra uppgávu, sum hann kundi loysa í síni bachelorritgerð. Á Havstovuni hevur í

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra
Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg
