
Jákup Sverri farin á fyrsta túrin í 2023
Í síðstu viku fór Jákup Sverri á ársins fyrsta rannsóknartúr eftir sigliætlanini fyri 2023, sum í alt telur 24 kanningartúrar fyri Havstovuna umframt leigutúrar.
Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað. Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum. Hósdagin í farnu viku gjørdi Jákup Sverri harafturat kanningar í Tangafirði og Kaldbaksfirði, sum hava til endamáls betri at skilja sambandið millum firðir/sund og Landgrunnin annars. Hesar kanningar eru partur av verkætlanini Firðir og Sund (FjordProcess), sum er fíggjað av granskingarskránni um havgransking í Norðuratlantshavi hjá Granskingarráðnum.
Hetta er triðja árið at Jákup Sverri ger kanningar og øll sigliætlanin hjá Jákup Sverra í 2023 sæst her.
Viðkomandi tíðindi

Sildakanningar norðanfyri
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meira enn helvtin av sildini

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaftur var at síggja út frá skotsku hellingini.

Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár í mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu

Laksur fingin á Landgrunninum
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki
