
Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni
Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka.
Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er tað mesta á Landgrunninum síðan 2017, men tó undir miðal. Av hýsuyngli var eisini meira til enn síðstu árini, og var nøgdin munandi yvir miðal. Støddin á ynglinum var tó undir miðal.


Myndir: Hvítingsbróðuryngul 30 mm (vinstra mynd), hýsuyngul 24 mm (høgra mynd) og toskayngul 33 mm (Ovasta myndin).
Á Føroyabanka var nøgdin av toskayngli undir miðal, meðan hýsuyngulin væl oman fyri miðal. Nøgdin av nebbasildayngli var undir miðal. Støddin á ynglinum var undir miðal fyri tosk og nebbasild, men yvir miðal fyri hýsu.
Samlaði gróðurin á Landgrunninum higartil í ár var nakað yvir miðal. Frá øðrum kanningum vita vit, at gróðurin kom heldur seint í vár, men í mai vaks hann heilt nógv. Um mánaðarskiftið mai-juni minkaði hann nógv og batnaði síðan aftur. Gróðurin av plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Líkt er til, at serliga føðiviðurskiftini í mai mánaði hava stóran týdning fyri yvirlivilsi hjá fiskayngli.
Túrfrágreiðing við grafum og myndum sæst her.
Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang ( helgab@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Broytingar í plantuæti
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska landgrunninum. Plantuæti er grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Í…
Yngul- og ætikanningar 2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir…
Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt er nóg mikið av…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …