Íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni
Týsdagin 5. apríl var íslendski fiskimálaráðharrin á vitjan á Havstovuni saman við Árna Skaale fiskimálaráðharra.
Hesa vikuna hevur íslendski fiskimálaráðharrin Svandís Svavarsdóttir verið á vinnuferð í Føroyum saman við íslendsku alivinnuni.
Íslendski fiskimálaráðharrin nýtti í hesum sambandi høvi til at vitja Havstovuna, við tí fyri eyga at kunna seg um tað samstarv, sum er millum føroyskar og íslendskar granskarar innan virkisøkið hjá Havstovuni.
Marita Rasmussen stjóri greiddi frá virkseminum og endamálinum við Havstovuni og deildarleiðarin á Umhvørvisdeildini Karin Margretha H. Larsen greiddi frá áhugaverda granskingararbeiðnum av havstreymunum, sum gera tað liviligt í Føroyum og Íslandi og tað samstarv, sum er við íslendsku Havstovuna. Eydna í Homrum granskari á uppsjóvardeildini greiddi m.a. frá um árligu felags kanningingarnar at gera meting av norðhavssildastovninum, sum føroyska havrannsóknarskipið Jákup Sverri ger saman við havrannsóknarskipum úr Íslandi og hinum grannalondunum.
Havstovan takkar fyri vitjanina og møguleikanum at greiða frá virkseminum á stovninum.
Viðkomandi tíðindi
-

Børnini royndu seg sum fiskifrøðingar
Á Vísindavøkuni í ár kundu fólk royna seg sum “fiskifrøðingar” á básinum hjá Havstovuni. Endamálið var at gera eina stovnsmeting av “bláfiskastovninum”. Hetta var væl umtókt millum børnini. Ymsu boðini…
-

Stovnsrøkt í skiftandi umhvørvi
Stovnsmenning og burðardygg umsiting av fiskastovnum er millum høvuðsevnini á almennu ráðstevnuni, Fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar, sum verður í Kongshøll 8. juni. Burðardygg stovnsrøkt snýr seg um…
-

Costas Kadis, ES-fiskivinnukommisserur, vitjað Jákup Sverra
Í gjár vitjaði fiskivinnukommisserurin Costas Kadis umborð á Jákup Sverra. Fiskivinnukommisserurin er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina PhD innan lívfrøðiligt margfeldi. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Leon Smith, deildarleiðari, Jan…
-

Uttanríkis- og fiskimálaráðharrin vitjað á Havstovuni
Hósdagin 30. apríl var Uttanríkis-og fiskimálaráðharrin, Bárður á Steig NIelsen, á vitjan á Havstovuni. Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin gjølliga kunning um virksemið hjá stovninum og havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra.…